Tíðargrein í Sosialinum:
Men so er spurningurin – hvør veit best, hvør tín tørvur er? Hvussu tín gerandisdagur skal innrættast? Hvussu tín fyritøka skal rekast? Okkara svar er púra greitt – tað er tú, ið veit best. Tí vilja vit geva valdið aftur til fólkið.
Skattaskipanin má javnast
Seinastu árini hevur føroyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hevur havt sína ávirkan, tí vit hava samstundis havt stóran lønar-og prísvøkstur í Føroyum.
Serliga hevur prísvøksturin tey seinastu árini gjørt fíggjarstøðuna hjá mongum ringa. Landsskattastigin hevur tó mestsum verið óbroyttur síðani 2016. Tað hevur merkt, at størri partur av lønini so líðandi er lyftur upp á hægri skattastig, og at borgarar tí eru vorðnir skattaðir alsamt harðari.
Hetta vil Fólkaflokkurin gera nakað við. Tí vilja vit javna skattastigan hvørt ár, samsvarandi prís- og lønarvøkstrinum, so fólk ikki fáa eitt hægri skattatrýst, hóast tey sita við sama arbeiði og arbeiða sama tímatal. Tað stimbrar ikki hugin til at arbeiða, og tí er tað av alstórum týdningi, at hetta verður gjørt frameftir.
Ali- og fiskivinnan tryggar karmar
Vit hava seinastu árini tíverri sæð kollveltandi broytingar í viðurskiftinum hjá okkara høvuðsvinnum. Vit mugu skapa langtíðar karmar, har vinnan veit, hvussu teirra framtíð sær út, so hon kann leggja til rættis sítt virksemi og gera tær nýíløgur, ið skulu til, til frama fyri samfelagið.
Seinasta valskeiði hava gjøldini hjá ali- og fiskivinnuni verið hækkaði fleiri ferðir. Hóast hetta, so hoyrir man nú valevni hjá verandi samgonguflokkum tosa um, at nú skal 1 milliard inn afturat, altso tvífalt so nógv. Tað er komið at mørkum, og tí eiga vit steðga at leggja eyka byrðar á okkara høvuðsvinnur, so tær kunnu framhaldandi mennast og vera kappingarførar á altjóða marknaðinum.
Lættari og betri at vera familja
Familjan er kjarnin í samfelagnum. Hon er grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí má samfelagið verða meira familjuvinarligt á øllum økjum, har vit geva familjuni størri frælsi yvir teirra tíð og pengum.
Vit hava tíverri sæð eina gongd seinastu árini, har færri børn vera fødd í Føroyum. Orsøkirnar vita vit ikki, men politiska skipanin má altíð stremba eftir, at tað ikki skal vera av fíggjarligum orsøkum, at fólk ikki stovna sær familju. Tí mugu vit gera batar á økinum. Vit vilja, at ein barnakekkur á 20.000 kr. skattafrítt verður givin úr barsilsgrunninum til tey, ið fáa eitt barn. Eisini ynskja vit, at hámarkið fyri útgjald úr barsilsskipanini verður hækkað upp á 40.000 kr., so færri vera við inntøkumissi, tá tey eru í barnsburðarfarloyvi.
Eisini skulu vit geva familjum størri ræði yvir, hvussu tey skipa teirra tíð, tá børnini eru smá. Vit vilja geva foreldrum frælsi at skipa barnsburðarfarloyvi sjálvi, og at geva teimum møguleikan fyri einum smidligari barsilsfarloyvi.
##med2##
Útbúgva til okkara tørv
Tað er týdningarmikið, at vit hava eitt breitt úrval av útbúgvingum í okkara samfelagi. Tað verið seg bæði innan tað handaliga og bókliga. Eitt spennandi úrval av útbúgvingum her heima er við til, at fleiri ung fólk velja at lesa í Føroyum.
Vit hava stóran tørv á yrkislærdum fólki, og eiga vit eggja ungum fólkum at velja hesa leið, eins og vit skulu stremba eftir, at lærlingar kunnu taka so stóran part av skúlaskeiðnum í Føroyum.
Tað er tørvur á, at vit í størri mun hava hægri útbúgvingar, ið endurspeglað tann tørv og eftirspurning, ið okkara samfelag hevur. Føroyar livir fyrst og fremst av at framleiða, og síðan at selja tað, ið vit framleiða. Tó hava vit ongar hægri útbúgvingar innan hesi økini. Hetta eiga vit fáa broytt frameftir.
Tað er eisini týdningarmikið, at lesandi ikki vera revsaði fyri at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er gott, at lesandi fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin, meðan tey eru lesandi. Tí eiga vit at hækka mótrokningina fyri, hvussu nógv tú kanst arbeiða uttan at missa lestrarstudningin.
Javnvág aftur á tí fíggjarliga
Fyri at tryggja framtíðina vilja vit, at almenni búskapurin kemur aftur á beint. Tí mugu vit fáa javnvág á aftur, har inntøkurnar vaksa skjótari enn útreiðslurnar.
Í hesum valskeiðnum hava vit sæð, at útreiðslurnar eru vaksnar skjótari enn inntøkurnar. Tískil mugu útreiðslurnar tálmast. Vit skulu fyrst og fremst raðfesta pengarnir á gólvið til okkara kjarnuvælferð, heldur enn óneyðuga umsiting. Vit skulu gera bygnaðarbroytingar og nýskipanir, so vit fáa meira fyri pengarnir.











