Leygardagin 25. februar 2012 eru áttati ár liðin, síðan mamma mín Valdis Andreasen varð borin í heim 25. februar 1932 .
Mamma er dóttir teirra Sigvald Oliver Djurhuus úr Kollafirði og Anne S. E. Djurhuus, fødd Hansen ættað úr Miðvági.
Omma og abbi fingu 10 børn; Napoleon (Pola), Sverra, Kristinu, Sofíu, Tummas, Gunnhild, Bergtóru, Valdis, Bjørgfinnu og Snorra.
Síðst í tríatiárunum flytur familjan, sum hevði búleikast í lítlu húsunum Liðini í Kollafirði til Havnar og inn í eina íbúð í Portugálinum úti á Reyni.
Portugálið eri heimið hjá familjuni, til flutt verður Í Lon síðst í fýratiárunum.
17 ára gomul í 1949 fara elsta systirin og mamma til Skotlands at arbeiða sum au pair. Her arbeiðir hon, til hon flytur heim aftur í 1953.
Næstu árini arbeiðir hon í Ullvøruhúsinum. Hon er eitt skifti eisini í Íslandi og arbeiðir.
Fyrst í sekstiárunum arbeiðir mamma sum stovugenta á hotellum í Keypmannahavn, har møtir hon sinum lívskærleika. Mamma og pápi, Kristian Andreasen giftast 19. mai 1962 á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Tey fáa 4 børn, – vit eru 4 beiggjar, Eirikur føddur 14. mars 1963, Hans og Oliver føddir 17. mars 1964 og eg sjálvur føddur 12. oktober 1972.
Foreldrini hjá mær flyta heimaftur tíðliga í sekstiárunum og flyta tá inn í húsini á Traðagøtu 15, sum pápi mín hevði latið byggja fá ár frammanundan.
Umframt at halda hús arbeiðir mamma sum reingerðarkvinna á skrivstovunum á Bacalao og eitt skifti eisini í Skálabúðini, meðan pápi mín framvegis siglir úti-
Í 1976 lata foreldur míni upp kiosk. Kiosk Vaka hava tey í 9 ár; kioskin varð væl vitjað og var eftir tátíðarinnar meti framkomin og hevði eitt breitt úrval av vøru. Mamma mín hevur altíð verið sera virkin í øllum tí, hon hevur fingist við, og tíðin í Kiosk Vaka var als einki undantak.
Mamma plagar onkuntíð at umrøða “kiosktíðina” sum eina strævna, men góða tíð. Tey selja húsini seinnapartin av áttatiárunum. Tey kenna eisini um hetta mundið sviðan av krepputíðunum, sum koma tá. Mamma fær starv hjá P.A. Restorff fyrst í 1986. Har situr hon við kassan og arbeiðir annars alt fyrifallandi arbeiði í handlinum. Í samfull 22 ár arbeiðir hon her, og gerst ein partur av umhvørvinum. Hon kemur í samband við eina rúgvu av fólki, og fryntliga lyndið ger tað lætt at práta við kundarnar.
Hon er 75 ár, tá ið hon gevst hjá P. A. Restorff í 2008.
Mamma er ein av “morgunfrúunum” í Svimjihylinum, og har hevur hon notið nógvar, nógvar góðar og frískligar tímar, um tað so er talan um gosbað ella eitt lop av 5 metra plattinum, ger tað henni ikki mun, og vit, sum standa henni nær, vita, hvussu hon gleðir seg at koma í svimjihøllina.
Henni so líkt, so er hon sjáldan í frið og vitjar javnan á rennibreytini, luttekur í gongutúrum og dámar væl at koma í Heimaforbundið í Frelsunarherinum. Vit gleða okkum hvørja ferð, hon bjóðar okkum øllum til døgurða, tað eru løtur, sum eru so ríkar, at orð valla kunnu lýsa virðið. Familjan er henni so sera kær, har mamma er so miðsavnandi í allar mátar.
Hesi áttati árini hevur lívið ikki altíð verið ein “dansur á rósum”, men lívsgleði, lætt lyndi og áræði hevur mamma mín altíð havt. Hon hevur eisini syrgt fyri at bera hetta víðari bæði til okkum synirnar og síni 8 ommubørn.
Av syskinaflokkinum liva í dag 5 eftir. Hin 17. august 1999 gerst mamma einkja, tá ið pápi mín andast.
Hon hevur á lívsleiðini tikið manga avbjóðing, og fyri okkum er hon ikki bara mamman og omman, men í so mongum lutum ein fyrimynd. At leggja sinum næstu gott í beinið hevur hon megnað til fulnar, og tí er tað einki minni enn ein heiður fyri meg at festa hetta á blað, og hendan heiður ynski eg at deila við tykkum og við hesum ynskja mammu míni so inniliga og hjartaliga til lukku við áttati ára degnum.
--------
Áki