Valevni um tónleik

Tónleikararnir og valevnini í Suðurstreymi, Niels Uni Dam og Terji Rasmussen, svara spurningum um tónleik

1)Hvørjar ætlanir hevur tú viðvíkjandi umstøðunum hjá føroyskum tónleikarum?

Niels Uni: Tónleikur er mítt hjartamál. Fyrst og fremst skulu pengar játtast til spælistøð kring alt landið. Her má landið og kommunur fara inn og stuðla. Fuglafjørður og Mentunnarhúsið er ein fyrimyndarlig sólskinssøga hesum viðvíkjandi. Eisini er týdningarmikið, at tónleikarar fáa betri møguleikar at koma í bæði venjingarhølið og upptøkuhølið og taka eitt nú demofløgur upp.

Terji: Eg haldi, at hugburðurin víðvíkjandi tónleiki skal broytast í Føroyum. Heldur enn at síggja tónleik sum eina útreiðslu skal tónleikur síggjast sum ein íløga. Vit áttu at gjørt eitt alment partafelag, sum hevði til uppgávu at útflyta føroyskan tónleik uttanlands. Fremsta uppgávan hjá felagnum skal at promota føroyskan tónleik uttanlands.

2) Hvussu fáa vit Kodaskipanina at virka betur?

Niels Uni: Kodaskipanin virkar fínt. Trupulleikin er, at tónleikarar ikki fylla pappírið rætt út. Tær ferðirnar, eg sjálvur havi gjørt tað, havi eg eisini fingið nokk burturúr.

Terji:Eg haldi, at Koda skipanin riggar væl sum er. Trupulleikin liggur ikki hjá Koda, men hjá útvørpunum.Útvarp Føroya og Koda gjørdu í sínari tíð eina avtalu, sum hevur við sær, at minni lá eftir tónleikararunum. Skal skipanin betrast, mugu útvørpini broyta avtaluna við Koda, so at meir peningur liggur eftir hjá tónleikarum


3) Røkir FUT sín leiklut til fulnar?

Niels Uni: Endamálið við FUT er, at tað skal virka sum eitt fakfelag, ið savnar pengar til eitt fakfelag fyri tónleikararnar. Tað ger FUT ikki sum nú er. Uppgávuna sum konsertfyrireikarar og fløguútgevarar røkja teir kortini væl.

Terji: Eg eri í dag hvílandi limur í FUT, men eg haldi kortini ikki at felagið røkir sína uppgávu. FUT átti at virka sum eitt fakfelag fyri tónleikararnar. Politikkararnir í Føroyum hava í dag einki fakfelag at diskutera spurningar, sum hava við tónleik at gera. Henda leiklut átti FUT at havt fyri føroyskan tónleik
4) Hvønn bólk dámar tær betur All That Rain ella Gestir?

Niels Uni: All That Rain eru betri samanspældir og kanska betri fyri tekniskt eisini. Gestir duga betri at skriva góð løg. Hatta fer tó altíð at vera ein spurningur um smag.

Terji: Mær dámar betur Gestir. Tónleikurin hjá Gestum er meira meliødøsur og sveimandi og tað dámar mær betur enn tónleikin hjá All That Rain.









.