Valfebur á suðuroyartingmonnum?

Hóast bæði Henrik Old og Bjarni Hammer vita, hvussu teir kunnu fáa fatur í mær, velja teir heldur at skriva lesarabrøv um ting, teir ikki hava sett seg inní !

 

 

Nú hallið hjá Strandferðsluni upp á 4,7 milliónir krónur hevur verið til viðgerðar, hava fleiri politikarar givið til kennar sínar meiningar um, hvussu best er at gera og ikki. At andstøðufólk fara upp at flaksa, er einki at siga til, men tá samgongu- og floksfelagar brádliga teljast millum teirra, ið rópa harðast, verður tað mær ovboðið!

Her sipi eg til Henrik Old og Bjarna Hammer, ið báðir umboða Javnaðarflokkin á tingi og tí eru partur av parlamentariska grundarlagnum undir sitandi landsstýrissamgongu. Tað er bara ilt at fáa eyga á, nú teir velja at samskifta við lesarabrøvum, heldur enn andlit til andlits.

Tað er ein sannroynd, at Strandferðslan hevur eitt hall, ið onkursvegna skal beinast burtur, men enn er eingin avgerð tikin, og enn er einki sett í verk. Bæði Strandferðslan og Samferðslumálaráðið eru fullgreið yvir, at her skal arbeiðast miðvíst og hart, tí játtanin má og skal halda. Soleiðis er tað bara.

Eg má tí minna Henrik Old og Bjarna Hammer á, at samhaldsfesti ikki er at útiloka summar oyggjar, fyri bara at hugsa um sína egnu. Og tá ið vit nú eru farin at tosa um ein suðuroyartunnil fyri tríggjar milliardir krónur, dugi eg veruliga ikki at síggja, hví menn skulu leypa á leistum fyri tveykrónur!

Hóskandi kundu teir havt sett seg í samband við meg, um nakað var, ið teir vóru so ónøgdir við, men veruleikin er, at higartil hevur ikki ein einasti politikari vent sær til mín. Teir báðir lótu seg ið hvussu er freista av, at her kanska kundu vinnast nøkur bílig politisk stig, heldur enn at seta seg inn í málið, sum vanliga sømir seg best.

 

Heðin Mortensen,

landsstýrismaður