Valfundir hjá Trump elvt til sjúku og deyða

Valfundir hjá Donald Trump hava ført við sær 30.000 koronutilburðir og til at fleiri hundrað eru deyð, vísir nýggj kanning

 

Stóru valfundirnir hjá Donald Trump forseata í USA hava ført til fleiri enn 30.000 váttaðar covid-19 tilburðir og hava eftir øllum at døma ført til, at 700 amerikanarar eru deyðir.

Tað vísir kanning á universitetinum Stanford í California.

Í kanningini, sum var almannakunngjørd fríggjadagin, verður hugt nærri upp á 18 av valfundunum hjá Donald Trump millum juni og september, og har verður fylgt við royndarpersónum í upp til tíggju vikur eftir hvønn valfund.

– Tey nærsamfeløg, har Trump-valdundirnir hava verið, hava goldið ein høgan prís í mun til sjúku og deyða, er niðurstøðan hjá granskarunum í kanningini.

Talið av smittutilburðum við koronuvirus hækkaði ofta munandi í nærsamfeløgum, sum hava verið vertir fyri fundunum, samanborið við grannabýir, har Trump ikki hevði verið, vísir kanningin.

– Tað eru ábendingar um, at rætningslinjurnar fyri fólkaheilsu, so sum at brúka masku, vóru betri hildnar á seinnu fundunum, skriva granskararnir.

Valherferðin hjá forsetanum hevur fyrr upplýst, at tey bjóða luttakarunum á valfundunum maskur og at kanna fepur.

Ein talsmaður fyri forsetavalevni hjá Demokratunum, Joe Biden, finst at valfundunum hjá Trump, sum hann leggur undir at vera »super-spreiðara-tiltøk«, sum ikki fylgja sunnari fornuft.

Donald Trump hevur savnað túsundtals viðhaldsfólk á sínum valfundum fram til valið 3. november hóast hækkandi smittutilburðir í USA.

Samstundis hevur Joe Biden hildið smærri valfundir, sum bara hava verið fyri innbodnum, sum hava brúkt maskur og hildið frástøðu.

USA skrásetti fríggjadagin fleiri enn 90.000 nýggjar smittutilburðir við koronuvirus. Seinastu vikuna hevur smittutalið í USA verið tað hægsta, síðani frasóttin byrjaði.

Tølini kunnu tó ikki samanberast við smittutølini í vár, tá nógv færri vórðu kannað.

Tilsamans eru 230.345 fólk deyð við koronuvirus í USA. Tað vísir uppgerð frá Johns Hopkins Univesity tíðliga í morgun okkara tíð.

/ritzau/dpa