Valgreinar í Internet-Sosialinum á páskum

Hóast einki blað verður pentað komandi fimm dagarnar, so fer tað kortini at bera til hjá valevnum at fáa boðskap sín út ? um ikki á prenti, so gjøgnum InternetSosialin.
Sosialurin hevur gjørt avtalu við fleiri flokkar um at leggja valtilfarið út á eina serstaka valsíðu í InternetSosialinum



Valsíðan er býtt upp í flokkar, og undir teimum ber aftur til at síggja greinar hjá hvørjum valevni sær. Tær seinastu 10 greinarnar, sum lagdar eru út, liggja ovast.
Treytin fyri at fáa valtilfar við er, at tilfarið verður sent okkum teldutøkt og rættlisið ? á páskum bara sum teldupostur, men annars ber eisini til at senda okkum tilfarið á diskli.
Tað ber til hjá øllum at lesa valsíðuna í InternetSosialinum ? hóast tú ikki ert haldari av InternetSosialinum.
Seinasta blaðið fyri páskir kemur í kvøld, og verður borið út sum leygardagsblað. Í blaðnum er bæði vikuskiftisinnleggið og Hygg og Hoyr.
Blaðið verður 56 blaðsíður.