Valini endað sum undirhald – tvær vikur til val!

Ja, ikki minni enn tvey val, sum bæði eru vøllurin og bulurin undir okkara fólkaræði og framtíð.

Men hvat fáa veljararnir at vita frá miðlunum, hvat flokkarnir ætla komandi valskeið? Einki.

 

Higartil tað bera mikrofonhaldarí og endurgevingar frá valevnum og flokkum.

 

Tað burdi verið nóg mikið at sett á pall, greinað og avdúkað, so veljarar kunnu taka støðu til hvør skal manna landsins leiðslu. Men so eiðasørt.

 

Higartil bert viðtalur, kaffiprát og uppiítos. Eingir kritiskir spurningar. Samgongan hevur avrikað søguliga illa, men eingin spyr hví og hvussu komast skal á beint. Heldur ikki andstøðan verður spurd.

 

Haldføri er vorðið eitt floffy aftursvar, men eingin spyr hvussu hetta skal greiðast. Pensiónsaldurin er vorðin ein hurlivasi, har hvørki samgonga ella andstøða hava greið boð. Eingin spyr hví og hvussu avbjóðingin skal loysast.

 

Øll tykjast samd um, at almenni raksturin er farin á glið, men eingin verður spurdur um, hvussu táttast skal í. Hvat skal sparast, hvar skal rationaliserast, skulu stovnar, sjúkrahús, skúlar og tænastur leggjast saman og hvat við vinnulívinum? Hvussu við manglandi játtanum til viðlíkahald – bara LV manglar 500 mio. kr, bert fyri at koma á beint, osfr., osfr.

 

Mantraið hevur verið fíggjarstýringina á beint og so dirvi til nýskipanir?? Hvat hendi har? Samgongan gjørdi einki, hvat vil andstøðan? Eingin spyr.

 

Tvær vikur aftaná at valið varð útskrivað, er alt blivið til tóm statements, FB og TikTok-undirhald og andlitsmyndir í gólvplátustødd. Einki innihald, eingin kritiskur spurningur, bert uttanumtos.

 

Kaga vit til Danmarkar verða flokkar og valevni dagliga tráspurd og skulu svara kritiskum spurningum. Tað er partur av fólkaræðinum, at tey sum fara á pall og bjóða seg fram til landsins hægstu størv, skulu svara fyri seg – svara krevjandi spurningum.

 

Higartil hevur eingin verulig valsending verið, einki kjak við vertum, sum seta borandi spurningar. Fyrsta formannsrundan var mest at rokna sum undirhald, hugnaprát. Minnist nakar, hvat floksumboðini svaraðu?

 

Var ”Vild med dans” á skránni, so er litil ivi um, at fjøldin hevði zappað til donsku stuttleikasendingina, heldur enn at hugt at dølskandi føroysku velsendingunum.

 

Føroysku miðlarnir, fjórða statsvaldið, mugu kenna sína vitjanartíð. Tað átti at verið eitt sjálvsagt krav.

 

Bjarni Djurholm