Eg fari her í tveimum greinum, at greiða frá virkseminum hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvíkar býrað hesa valsetuna, ið nú hevur vart góðar 8 mánaðar. Fari at lýta aftur á tað vit longu hava fingið frá hondini, og eisini hyggja frameftir og greiða frá, tí vit arbeiða við í løtuni, og tað sum ætlanin er í komandi framtíð.
Í síðstu grein greiddi eg frá vakstrarkanningini, nýggjar møguleikar innan fjarlestur, fjøltáttaðari íbúðarbygging á sandinum og fíggjarligan lætta til barnafamiljuna. Í hesi grein fari eg at greiða frá ítróttarøkinum, út- og umbyggingin av svimjihøllini, at prýða kommunalar bygningar við listaverkunum, m.a. Ósaskúlan, list og mentan í býnum, og fíggjarligt skynsemi hjá Klaksvíkar kommunu.
Ítróttarøki
Hallirnar eru við at koma í fastar og tryggar karmar. Hallarleiðarin hevur fingið skipað tímarnir til tey ymsu ítrottarfeløgini, brúkarnir eru væl nøgdir, og sæst tað aftur í hallunum, at broytingar hava verið. Kommunan hevur yvirtikið hallirnar, og verða tær framyvir riknar á ein fíggjarligan forsvarligan og brúkaravinarligan hátt. Endamálið hjá eini kommunu má vera, at reka býin á ein so fíggjarliga skynsaman hátt sum gjørligt, men samstundis so at borgarnir fáa sum mest burturúr teimum tænastum, sum býurin hevur at bjóða.
Tí er umráðandi, at fáa frítíðar og mentunarlig feløg í kommununi, at gera nýtslu av bygninginum kommunan eigur, so vit so vítt gjørligt sleppa undan leigumálum. Uppástandurin frá einum minniluta í meirilutanum í hallarmálinum seinasta býráðsskeið, koyrdi nógv upp á at býráðið nú kom upp undir skuldarmarki, og tískil mátti fara til fíggjarmálaráðið við umbøn um fígging, um tað í framtíðini gjørdist neyðugt við lántøku. Men hesar ákoyringar vóru als ikki nóg próvgóðar, til ikki at taka undir við yvirtøkuni av hallunum. Í dag kunnu vit bara afturvísa pástandin um mótprógvini hjá táverandi minniluta í hallarmálinum.
Fíggjarárið 2012 kundi kommunan við eini inntøku á 154,1 mió. kr. taka eitt lán upp til 35,0 mió. kr.. Og sum gongdin hevur verið higartil í ár, verður henda upphædd 22 mió. kr. við ársenda. Tá er hædd tikin fyri láninum í smb. við ítróttarhallirnar upp á 14,8 mió. kr., og framflytingum o.a. uml. 6 mió. kr.
Út- og umbygging av svimjihøllini
Svimjihøllin í Klaksvík er eitt gott og vælumtókt aktiv fyri Klaksvíkina, og fær nú eina hart tiltrongda út- og umbygging. Íløguætlanin fyri 2013 legði upp til út- og umbygging fyri 3 mió. kr., og nú verður farið til verka. Skiftingarrúmini verða gjørd av nýggjum, og ein uppí bygging við venjingarhølum o.ø. verður somuleiðis gjørd.
Svimjihøllin hevur verið og er, eitt frálíkt heilsugott tilboð til allar borgarar í landinum.
Talið av vitjandi er støðugt vaksandi, og eru tey vitjandi úr øllum landinum. Eisini her eiga vit at fegnast og stuðla upp undir.
Skúlin við Ósánna prýddur við myndlist
Í summar fekk skúlin við Ósánna eitt listaverk, evnað av listamanninum Edward Fuglø. Skúlin, sum var liðugt bygdir við skúlaársbyrjan 2011, hevur ikki fingið ta list sum ein slíkur skúli hevur uppiborið. Tað er tí at fegnast um, at skúlin við Ósánna hevur fingið sítt fyrsta listaverk. Tað er at fegnast um, at listin verður tikin við i øllum ný- og umbygging framyvir.
Býráðið samtyktið 27. septembur 2011 at øll ný- og umbygging hjá kommununi komu undir hesa samtykt:
1) Bygging av skúlum, dagstovnum, ítróttarhallum, ellis- og røktarheimum og øðrum almennum bygningum, sum kommunan stendur fyri, skal fyrireikast soleiðis, at listarligt prýði verður partur av byggingini.
2) Byggiætlanini skal verða ein hóskandi upphædd sett av, hóskandi kundi verið 1½ prosent av byggikostnaðinum, til listarligt prýði. Tó kann meir enn 1½ prosent játtast, um hetta verður hildið neyðugt fyri at fremja listarliga prýðið á hóskandi støði og á hóskandi hátt.
Góðir karmar, góð faklig undirvísing og sosial samvera eru neyðug, og eiga vit sum mynduleikar at stuðla upp undir á hesum øki. Men vit sum einstaklingar eiga at hava frælsi, tað frælsið at kunna síggja, føla, lukta og njóta tilveruna.
List og mentan í býnum
Vit skulu hava møguleikan til avbjóðingar og livandi hugflog. Børn og ung hava eitt einastandandi hugflog, og gevur hetta teimum eitt ótal av spennandi upplivingum og gleðum, ið vit eiga at eggja og stuðla upp undir, heldur enn at køva henda neista. Tí er tað umráðandi, at vit sum politiski myndugleikin raðfesta listina frammalaga, sum gevur so nógva lívsgleði og virði.
Eisini er umráðandi at eggja og stuðla mentanarligum virksemi í býnum. Nógv sum byrjar í tí smáa er vert at halda fram við. Eitt nú tiltøkini í Spaniustovu, sum verða sera væl vitjað, eru vorðin eitt image fyri býin. Tað nýggjasta á hesum øki er Archie´s studio, forvitnisligt og áhugavert, ein annarleiðis kafé sum hevur hildið til á loftinum í kunningarstovuni í summar. Á hesum báðum mentanarligu økum eru vit so heppin, at hava fólk í býnum sum vísa hesum áhuga, og brúka tíð og orku til endamálið.
Lestraríbúðir
Ein arbeiðsbólkur hjá býráðnum hevur latið inn uppskot til byggjan av lestraríbúðum í miðbýnum, og er lendi eyðmerkt til endamálið. Ætlanin er at byggja eftir serligari lóggávu, har vónandi landið eisini hevur ein fremjandi leiklut. Kanska kann Bústaðir loysa hesa uppgávu, men er tað tó eisini í hesum føri umráðandi, at landið spælir við, so leigukostnaðurin kann gerast so lágur sum gjørligt.
Væntast kann eitt størri og fjølbroyttari úrval á mentanarliga økinum, sum hevur alstóran týdning fyri trivnaðin og fólkavøksturin í Klaksvík, nú Bústaðir ætlandi fara undir at byggja í miðbýnum. Funktiónir og tænastur er samanhugsaðar, og fjølbroyttni er sett í hásæti, við at samantvinna bústaðir, skrivstovur, handlar og kaffihús, ið kemur at skapa tað rætta grundarlagið fyri einum livandi mentanarligum miðbýi.
Fíggjarligt skynsemi
Tað er í góðum tíðum, at vit skula duga at halda aftur í almennu útreiðslunum. Tølini, og framrokningarnar vísa, at kommunan fær eina meirinntøku fyri árið 2013 á 6 mió. kr. Tískil ræður um at stýra ímillum rakstur og útreiðslur, væntaðu inntøkurnar, og meirinntøkurnar. Fíggjarætlanin fyri 2013 leggur upp til 5 mió. kr. til niðurgjalding av skuld. Við meirinntøkuni er ynskiligt, at vit kundu goldið heldur meir niður av skuldini, enn fíggjarætlanin leggur upp til.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini og býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum.