Valravn

Ummæli ??????

Tutl/Gateway Music

Fyrst í oktober 2007 kom sjálv­nevnda debutfløgan hjá føroysk/danska/sveitsiska bólkinum Val­ravn út. Manningin telur fýra persónar; danarnar Martin See­berg (eisini kendur úr danska eksperimenterandi fólkarokk­bólkinum Sorten Muld) og Søren Hammerlund, Juan Pino úr Sveits og føroysku songkvinnuna Annu Katrin Egilstrøð.

Flottur fólkatónleikur

Eg skilji væl, at tey eru instillað til tríggjar Danish Music Awards Folk virðirslønir. Hetta er norður­lendskur fólkatónleikur uppá sítt besta. Eg vil fara so langt at siga, at Valravn er eitt tað feitasta, eg havi hoyrt av norðurlendskum fólkatónleiki seinastu árini afturat m.a Eivør og donsku Afenginn.

Tónleikurin er væl skrivaður og væl spældur við bert heilt smáum lutum at fýlast á. T.d at í støðum manglar greiðari bygnað­ur í løgunum. Sum heild er lagskrivingin tó væl frágingin, og útsetingarnar av flestu tøkuløgu­num eru flottar.

Eksperimenterandi og hugtakandi

Tónleikurin er fullur av spenn­andi ljóðførum. Sovorðnum eksotiskum (harav eg slett ikki veit, hvat helvtin er!) sum Jødaharpu, Hurdy Gurdy, Didjeridoo, Mandolin, Davul, Kalimba, Sansula, Cajon og náttúru percussions, sveipað í feitar, elektroniskar effektir, sum gera ljóðmyndina stóra, eksperi­menterandi og hugtakandi.

Tónleikurin reikar allatíðina um fantastisku røddina hjá Annu Katrin, hvørs tekniski íblástur frá Bjørk og Eivør avgjørt ikki verður duldur, men ei heldur er at forsmáa. Hon svingar millum opera, hvís, tesk, skrál, róp, rist, sug og alt í senn, og ger tað knasandi væl. Hon etur orðini, meðan hon skøvar donsku úttal­una yvir í rátt føroyskt og ís­lendskt. Og tá tekstirnir eru á føroyskum og íslendskum, ljóðar tað enn feitari. Ógvusligt og vakurt.

Ov nógv í støðum

Tíverri gerst tað í so tilgjørt í onkrum løgum. Kann nevna »Ólavur Riddararós«, har so nógv verður gjørt av við at fresa og yvirgera úttalu, at tað fer frá at vera áhugavert og feitt til at verða irriterandi. Tað steðgar tó ikki heildini í at vera feita, men kundi givið eina eyka stjørnu, um tað varð ansað eftir hesum.

Hugtakandi óansæð

Ikki heilt uttan orsøk hoyrist Sorten Muld nógv aftur í ljóði og arrangementi. Tað er sum sagt eingin ivi í, hvar íblásturin annars er frá, men harafturat er tónleikurin hjá Valravn eisini totalt egin. Tað er ein fjølbroytt samanseting av ymsum stílum, heilt frá siðbundnum fólka­løgum til etniskar ljóðmyndir til elektroniskar samplingar og effektir. Ein frekur og forførandi leikur, tú verður førdur ígjøg­num, til etniskar heimar í svakligum, søgusigandi krígshuglagi.

Valravn eru hervið viðmæld øllum at leggja oyra til. Tón­leikurin má upplivast, óansæð um ein elskar ella hatar stílin.

_____________________________

Hoyr tónleikin og/ella tak niður trý løg av fløguni á myspace.com/valravn

Keyp fløguna hjá Tutl ella digitalt frá iTunes

_____________________________