Valsending í broyttum sniði

Upprunaliga var ætlanin, at valfundurin í Norðurlandahúsinum, sum Útvarpið og SvF skipa fyri, skuldi broytast í sniði, men óvist er um tað verður veruleiki. Flokkarnir eru ónøgdur við, at bert eitt umboð fyri hvønn flokk sleppa við í sendingini. Ein fundur millum útvarpið og SvF í dag, skal gera av, um gamla sendisniðið verður tikið framum upprunaligu ætlanina

Afturvendandi tiltakið við at skipa fyri valfundi í Norðurlandahúsinum, verður aftur í ár. Hesaferð er fundurin týskvøldið 28. apríl kl. 20.30, og hann verður sendur beinleiðis í SvF og Útvarpinum.

Upprunaliga ætlaðu Útvarpið og SvF at leggja sendingia øðvísi til rættis, men ein fundur í dag millum fyrireikararnar skal gera av, um ætlanin heldur.


Bert eitt umboð við í seinastu valsending

Eftir nýggju fundarskipanini, sleppur bert eitt umboð fyri hvønn flokk framat mikrofonini og upptøkutólinum. Hvørt umboð sleppur á røðarapallin og fær tríggjar minuttir at leggja fram. Síðan verður orðaskifti við eitt pallborð, har umboðini kunnu biðja um orðið til viðmerkingar. Tilsamans fær hvør flokkur 13 minuttir at gera vart við síni sjónarmið í seinastu valsendingini.

Ein ávís ónøgd er í flokkunum um at broyta sendingina. Ynskið er at fáa fleiri umboð fyri hvønn flokk við í sendingina.

Tá vit tosaðu við Ivan Niclasen, programleiðari í SvF fyrrapartin í gjár, høvdu teir bert fingið áheitan frá einum flokki, um at endurskoða avgerðina um at senda seinastu valsendingina í nýggjum sniði.


Møguleiki at leggja upp til kjak

_ Vit halda, at henda broytingin bert ger sendingina meira áhugaverda. Hon gevur flokkunum møguleikar at taka samanum í valstríðnum og at leggja upp til kjak millum flokkarnar, um tað, sum hevur verið ført fram í valstríðnum.

­ Á vanligu valfundunum í Norðurlandahúsinum, har eitt umboð fyri og annað eftir fer at røðarapalllin, fyri síðani ikki at koma til orðanna aftur, ger ikki innihaldið so livandi. Umframt tað, so fær politikarin, um hann fær viðmerking frá øðrum politikara aftaná, ikki høvi at svara aftur.

­ Við at bjóða flokkunum at leggja fram, fyri síðani at skapa kjak um uppleggið hjá hvør øðrum, vóna vit at fáa ein áhugaverdan og meira livandi valfund, sigur Ivan Niclasen.

Hesaferð hava fyrireikarnir eisini heitt á flokkarnar um at taka eini 20 - 25 umboð fyri hvønn flokk við á fundin.

Ein áhugað áhoyrarafjøld ger eisini sítt til at fundurin ikki verður so deydligur, heldur Ivan Niclasen.


Avgerð um at broyta ætlanina tikin í dag

Jógvan Jespersen, útvarpstjóri, sigur við Sosialin, at fleiri flokkar hava gjørt vart við sína ónøgd, at broyta valsendingina í Norðurlandahúsinum.

- Vit hava ikki endaliga tikið støðu til, hvørt vit vilja broyta sendingina, so fleiri umboð fyri hvønn flokk sleppa framat í Norðurlandahúsinum, men vit fara at tosa um málið í dag, sigur Jógvan Jespersen.