Hvussu rokna tey, tá val eru til tingini í Norðurlondum, eitt nú fólkatingið, sum skal mannast av nýggjum í næstu viku?
Mikukvøldið 2.februar kl.19.30 heldur Petur Zachariassen, hagfrøðingur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, almennan fyrilestur um Valskipanir í Norðurlondum, útrokningarhættir til lóggávutingini í Norður-londum, eyðkenni, líkleikar og munir, nútíð og søga. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri.
Norðurlond hava í øldir - bæði politiskt og mentanar-liga - havt eina samantvunna søgu. Menningin av fólkaræðisligum stovnum og tilhoyrandi valskipanum í londunum hava nógv felags eyðkenni, eitt nú viðvíkjandi valrætti, valleisti, útrokningarhátti og býti á valdømum. Men ymsar umstøður og politiskar fyritreytir hava eisini givið munir og frábrigdi í teimum norðurlendsku valskipanunum, eitt nú við ásetan av tinggátt, og hvussu eykavaldir tinglimir verða brúktir.
Í fyrilestrinum verður greitt frá útrokningarhættunum til at manna lóggávutingini í Norðurlondum. Komið verður inn á hvussu tingmannabýtið verður funnið út frá atkvøðubýtinum, hvussu londini hava skipað seg við valdømum, tinggáttum, eykavaldum og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning í eini valskipan. Skiftandi valskipanir seinastu góðu hundrað árini verða lýstar í stuttum.
Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum 2. februar kl.19.30, og hann er almennur.