John William Joensen, fyrrverandi blaðstjóri á Norðlýsinum, sigur, at valstríðið í Klaksvík hevur gingið fyri seg í einum góðum anda. Tað er ikki spískað upp í persónligt stríð ella at nakar hevur lagt beinleiðis eftir einum øðrum.
- Tað gongur væl í Klaksvík og tað merkist á valstríðnum. Kommunan fekk meir pengar inn enn væntað, hóast tey settu skattaprosentið niður. Tí er kanska lítið at stríðast um, sum so, men ein avleiðing av góðu gongdini í kommunu er, at landspolitisk mál er komin uppí. Summi valevnir hava tikið fiskivinnupolitikk og Klaksvíkar sjúkrahús uppí valstríðið og tað eru jú ikki kommunalpolitisk mál, sigur John William Joensen.
Valstríð líkast meir og meir persónligum kampanjum fyri einstøk valevnir og Klaksvík hevur heldur ikki verið eitt undantak í so máta.
- Summi valevnir hava til dømis tosa um at lækka skattaprosenti, men er individuelt tey tosa um tað. Tað verður rikið nógv persónligt og minnið sum flokkur, sigur John William Joensen.