Valsur, tango og lættur klassiskur tónleikur í Vágsbotni og REX

Ad Libitum spælir fríggjakvøldið 27. mai til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni og seinni til dans í Rex Culture Club, og hóast navnið Ad Libitum sjáldan hevur verið á breddanum seinastu árini, er hetta hvørki eitt kombakk ella ein endabrestur. Ad Libitum livir og hevur tað gott

Chrstian Poulsen (caracas), Niels Símun Johannesen (bass), Hans Christian Clementsen (gittar), Thomas Michael Smith (mandolin), Finnbogi Johannesen (gittar) og Poul Engberg Poulsen (mandolin og klokkuspæl) stovnaðu bólkin í 1973.
Spæligleðin er drívmegin
Talan hevur sambært Thomas Michael Smith ongantíð verið um nakran slóðbrótandi bólk, løgini hava ongantíð verið sjálvgjørd, og útsetingarnar hava heldur ikki verið nýskapandi.
Men spæligleðin og hugurin hava verið drívmegin. Teir hava altíð hugnað sær saman. Teir hava spælt kring allar Føroyar onkuntíð á konsertum og onkuntíð til dans, men oftast til hugnakvøld. Tónleikurin fevnir m. a. um valsir og tango. Men eyðkennnislagið hjá bólkinum er Menuett í G av Ludvig van Beethoven. Hetta stykkið hava teir spælt heilt síðan byrjanina, og teir gera tað enn.
Ikki eitt kombakk
Manningin er eitt sindur broytt hesi 22 árini, men hevur verið rættuliga støðug síðan miðskeiðis í 80?unum. Thomas Michael Smith og Hans Christian Clementsen eru enn við, afturat teimum eru Svenn Brimheim (gittar), Heðin Thomsen (mandolin, harmoniku) og Fróði Sandoy (bass). Fróði Sandoy spælir hetta kvøldið við bólkinum, men skiftist annars við Kolbein Simonsen um at røkja hetta plássið í bólkinum.
Hetta er ikki eitt kombakk. Tí sjálvt um bólkurin seinnu árini ikki hevur verið so virkin, so venja teir umleið einaferð um mánaðan, og bólkurin er enn eitt hugnarligt frítíðarítriv. Teir hava næstan øll árini verið at hoyrt onkuntíð eitt nú á konsertum í útvarpinum, í Norðurlandahúsinum saman við Tórshavnar manskóri og umborð á Norðlýsinum.
Fingu eitt ur
Thomas Michael fortelur, at hann og Heðin eitt árið spældu fyri russiskum politikarum umborð á Norðlýsinum, og russiski fiskivinnumálaráðharrin varð so glaður um tónleikin, at hann forerdi teimum eitt dýrt ur.
Eitt sprell
Seinasta árið hevur bólkurin spælt tvær ferðir, fyrst í Vági í fjør heyst, og síðan í januar á Tvøroyri. Bæði tiltøkini gingu væl. Thomas Michael Smith sigur við Sosialin, at konsertin og dansurin skulu skiljast sum eitt sprell. Ein roynd at vísa okkurt annað, enn tað sum er upp í tíðini. Teir fara at spæla sín glaða tónleik, sum eru Ever-greens og lættur klassiskur dansivinarligur tónleikur.
Men hetta er heldur ikki endabresturin. Teir tíma enn væl at spæla, og teir halda enn, at hetta er stuttligt. Teir ætla heldur ikki at fara at spæla meira, enn teir longu gera, flest allir arbeiða, og tíðin er ikki til meira enn tað, sum nú er.
Primus motor
Tey fyrstu árini var Poul Engberg Poulsen primus motor. Bólkurin vandi heima hjá honum, og hann var tann stóra drívmegin. Hann plagdi sambært Thomas Michael Smith at skelda, tá hinir komu ov seint. Ein dagin segði hann: »Tá eg sigi, at tit skulu koma klokkan hálvgum níggju, so skal tað verða hálvgum níggju og ikki tíggju minuttir yvir hálvgum níggju! Men nú veit eg forrestin, hvussu orkestrið skal eita. Tað skal eita Ad Libitum, tí tit koma alíkavæl ikki fyrr enn, tá tit hava hug«.
Poul Engberg Poulsen var somuleiðis høvuðsmaðurin aftan fyri kassettubandið, sum bólkurin spældi inn í kjallaranum hjá Milson Zachariassen. Thomas Michael sigur, at tað var eitt ræðuligt baks, sum Milson fekk av bandinum. Serliga var tað eitt stykkið hjá Tchaikovski, sum var torført at spæla inn. Men at enda eydnaðist tað. Bandið gjørdist ongantíð ein nøkur landaplága, men fekk sum heild góða móttøku.
Herman Jacobsen syngur Evert Taube
Næsta útgávan hjá bólkinum er vorðin ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Bólkurin varð biðin um at luttaka á eini útgávu hjá Hermann Jacobsen. Talan er um plátuna, »Hermann Jacobsen syngur Evert Taube týðingar og aðrar«. Á hesi útgávuni vóru klassikarar sum »Til Havnar vit fara«, »Gentan í Peru«, »Karl á Bakka«, »Frithjolf og Carmencita« og »Atlantsbylgjan«.
Robert McBirnie syngur Evert Taube
Bæði Poul Engberg og Hermann Jacobsen er farnir. Men høvi verður kortini at hoyra klassikarar av plátuni. Robert McBirnie og Jógvan Dahl eru við, og Robert fer at syngja okkurt av løgunum hjá Evert Taube.
Hugnakvøld og dansur
Fríggjakvøldið verður høvi at hoyra tvær síður av Ad Libitum. Fyrst er hugnakvøld í Miðla-húsinum í Vágsbotni, hetta byrjar klokkan 21.00, og er umleið hálvan annan tíma. Síðan fer bólkurin niðan í REX, har almennur dansur er frá klokkan 23.00.