Valur er á gáttini til hálvfinalurnar í European Cup

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu fyrru fjórðingsfinaluna á útivølli í Bukarest

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali er á gáttini til at røkka hálvfinalunum í European Cup.

 

Á sera torførum útivølli í Bukarest í Rumenia eydnaðist tað í dag Vali at vinna ein flottan 36-35 sigur á Steua Bukarest í tí fyrru fjórðingsfinaluni í European Cup.

 

Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Vali, ið var á odda 18-14 í steðginum. Heimaliðið kom betur við í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Vali at tryggja sær sigurin, og eitt gott útgangsstøðið til returdystin í Reykjavík.

 

Allan skoraði trý mál upp á seks málroyndir í dystinum.

 

Returdysturin, ið verður ein hin størsti dysturin í søguni hjá Vali verður leiktur í høllini á Hlíðar­enda í Reykjavík komandi leygardag, páskaaftan klokkan 18.