Valur tók oddasessin aftur

Talan var um annan sigurin á rað hjá føroyingaliðnum

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í dag dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Á vitjan í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík var gamla liðið hjá Allani, KA. Tað eydnaðist Vali at vinna dystin 36-31. Í steðginum var Valur frammanfyri við fýra málum, 17-13.

 

Bjarni skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og Allan skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Valur er fremst í deildini við 28 stigum. Teir eru tey stig frammanfyri Haukar, og trý stig frammanfyri FH.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 hevur Valur dyst á útivølli móti ÍR.