Valur vann grundspælið

Trý føroyingalið skulu royna seg í fjórðingsfinalunum

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagar teirra í Vali eru grundspælsvinnarar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og teir skulu spæla fjórðingsfinalur móti HK úr Kópavogi, ið endaði á áttanda plássinum.

 

Valur vann í kvøld úti í Heimey 34-28 á ÍBV. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Í seinna hálvleiki var Valur greitt omaná. 

 

Bjarni og Allan skutu tvey mál hvør. 

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram vunnu á útivølli 26-24 á Stjörnuni. Stjarnan var annars á odda 14-10 í steðginum. Dánjal var noteraður fyri eitt mál.

 

Fram endaði á sjeynda pássinum í grundspælinum, og teir skulu spæla fjórðingsfinalur móti FH.

 

Liðið hjá Sveini Olafssyni, Afturelding leikti á útivølli javnleik 27-27 móti Selfossi. Í steðginum var Afturelding á odda 15-13.

 

Afturelding endaði á sætta plássinum í grundspælinum, og teir skulu spæla fjórðingsfinalur móti Haukum.

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

Nr. Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1 Valur221705726:6606634
2 FH221615682:6216133
3 Haukar221507712:6337930
4 ÍBV221318692:6771527
5 KA221318709:6872227
6 Afturelding221228658:6362226
7 Fram221309674:6373726
8 HK228014634:682-4816
9 Þór225413621:674-5314
10 Selfoss225215664:735-7112
11 Stjarnan224216600:659-5910
12 ÍR223316692:763-719