Van Gaal aftur óður við enskan miðlamann

(Kykmynd) Síggj og hoyr høvuðsvenjaran hjá Manchester United geva ilt av sær

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr Louis van Gaal koma til ilnar við ein enskan miðlamann á tíðindafundinum, sum var aftaná dystin millum Chelsea og Manchester United, sum endaði við javnleiki 1-1. Eitt úrslit, sum hvørki hjálpti Chelsea ella Manchester United stórt. United er seks stig frá fjórða plássinum, og Chelsea liggur í ongamannalandi í Premier League.

 

Tíðindafundirnir hjá Louis van Gaal gerast ofta undirhaldandi ótilætlað. Hesaferð svaraði van Gaal atfinningunum hjá einum enskum miðlamanni við at siga, at miðlamaðurin fór at blíva uppsagdur sjálvur.

 

- Hvat er títt navn? So kann eg kunngera, at tú ert uppsagdur, segði ein firtin Louis van Gaal á tíðindafundinum.

 

Tað er rásin "FulltimeDevils", sum hevur lagt hetta brotið út á YouTube.