Vánalig ferðslutrygd í Skálafirði

- Eg fari at heita á tingfólk at finna eina skilagóða loysn, soleiðis at upprunaliga ætlanin verður veruleiki.

Fyri nøkrum árum síðani var farið í holt við at gera nýggjan veg av Strondum og heilt inn í Skálafjørð – oman fyri Skála bygd og ætlandi oman fyri Skálafjørð við íbinding í Fjarðaveg, norðanvert Effostøðina.

 

- Vegakervið uttan av Strondum, gjøgnum Skála bygd og víðari gjøgnum Skálafjørð, er ikki gjørt til ta ferðslu, sum nú einaferð er í dag og enn minni til ta ferðslu, sum fer at koma í komandi tíð.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vísir á, at hetta hava løgtingslimir ásannað, tá avgerð var tikin at gera nýggjan veg oman fyri tað bygdað økið, og tað fegnast øll um.

 

- Tí er tað ikki til at skilja, tá tað nú frættist, at arbeitt verður við at steðga hesi ætlan, nú seinasta strekkið restar í.

 

Borgarstjórin heldur, at tað at lata Skálafjørð liggja eftir við allari ferðsluni gjøgnum bygdina er ikki rætt.

 

- Ferðslutrygdin er sera vánalig. Tað vita øll, sum hava koyrt har. Fólk hava verið tolin, tí útlit hava verið fyri, at vegurin skjótt verður lagdur út um bygdina. 

 

Hann vísir á, at nú øll ferðslan verður leidd gjøgnum Skálafjørð, er hetta vegastrekkið ein ferðsluligur fløskurhálsur.

 

- Ímynda vit okkum økt virksemi á vestara armi á Skálafjørðinum, verður Skálafjørður í ólukkumát ein ferðsluligur fløskuhálsur, sum kemur at darva vinnuligu menningini.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur, at hetta má ikki henda.