Vánalig koyrilíkindi

Hóast løgreglan eingi boð hevur fingið um óhapp í ferðsluni, eru ring koyrilíkindi fleiri staðni.

Hóast løgreglan eingi boð hevur fingið um óhapp í ferðsluni, eru ring koyrilíkindi fleiri staðni.

 

Eitt nú boðar Landsverk frá, at nógv jarðrok er í ælunum kring landið, og at tað í løtuni ikki verður grivið á Oyggjarvegnum.

 

Frá ferðsluni suður eftir til Havnar í morgun frættist, at ringt sýni er millum Fjarða, og at ferðslan bert gongur spakuliga, men at tað batnar, longur suður tú kemur.

Bilførarar, vit hava tosað við, fortelja okkum, at koyrt verður ógvuliga varliga og tá ið ælini ganga, hevur ferðin verið heilt niðurímóti 30 kilometrum um tíman, tí sýnið er ómetaliga vánaligt. Annars koyrdu bilarnir um 60 kilometrar um tíman og har á leið.

Eisini verður boðað frá nógvum vindi. Í Oyndarfirði og um Gjáarskarð er vindferðin oman fyri 28 m/s, og roknast kann við hálku um alt landið.