Vandamikið at kyssa dýr

Í Danmark fara matvørumyndugleikarnir og læknarnir nú at ávara fólk ímóti at kyssa djór.

Berlingske Tidende skrivar, at minst trý børn á einum bóndagarði í Hillerød á Sælandi eru vorðin sjúk eftir at hava kyst djór. Tilburðurin hevur fingið myndugleikarnar at áseta ávís krøv um reinføri, men umhugsað verður at herða reglurnar uppaftur meiri.

-Djór eru ikki leiku. Hevur tú klappað einari geit á afturpartin, eigur tú at vaska tær um hendurnar, áðrenn tú fært tær at eta, sigur Birtge Vingum Jensen. Hon er formaður í einum felagi, sum virkar fyri at gera landbúnaðin til ein part av donsku ferðavinnuni.