Umhvørvisstýrið í Danmark hevur avdúkað, at í minsta lagi tríggir av donsku innflytarunum selja fýrverk, sum inniheldur HCB, ið er bannað um allan heim. Tað er stuttligt at senda rakettir, men tá rakettirnar koma niður aftur, kunnu tær hava katastrofalar avleiðingar fyri menniskju, dýr og umhvørvi orsakað av eiturevninum HCB, sum er bannað, men kortini er í nógvum fýrverki, sum eitt nú verður selt í Danmark.
BT skrivar, at slíkt fýrverk kann elva til nervaskaðar, krabbamein og órógv í hormonunum, tá leivdirnar av hesum hópa seg upp í menniskjum og dýrum.
- Fýrverk er vakurt, tá tað litar himmalin, men eitt av evnunum, sum fellur til jarðar við rakettum og rómarljósi, er ekstremt vandamikið, skrivar blaðið.
Talan er um evnið HCB, sum er bannað um allan heimin.
- Kortini hevur Umhvørvisstýrið í Danmark avdúkað, at í minsta lagi tríggir av donsku innflytarunum selja fýrverk, sum inniheldur ekstremt vandamikla evnið HCB, skrivar BT.