Gekk mær ein túr í góðveðrinum millum Skála og Strendur, komin inn á Glyvur ávegis ímóti Gjarðanesi, kendi eg mær rættuliga í lívsvanda, tá fyrst ein og síðan ein annar trailari komu fram við. At teir settu ferðina heilt niður skula teir hava stóra tøkk fyri, men tað kendist hárreisandi næstan at kenna hesi stóru hjólini næstan nema við likamið. Foreldur, sum eiga børn, sum ganga skulu á hesum vega strekki, kenna seg alt annað enn trygg. Konan við barnavogninum kann ikki pasera ein bil á hesum vegastrekki.
Eftir hesum vegastrekki koyra dagliga stórir bussar og tungt lastaðir trailarar. Eg fari at spyrja avvarandi myndugleikar: Ætla tit at bíða til vanlukkan er hend? Í fleiri støðum sæst vegkanturin verða rættuliga ivasamur. Nú eru nakrar milliónir avsettar og oyramerktar til vegarbeiði, men heldur ikki hesa ferð tykist vilji til at gera nakað sum helst við hesa deyðsfellu, sum kann enda við einum sorgarleiki.
Nú hava nógvar áminningar eftirhondini verið festar á blað um hettar vegastrekki, men her er so ein aftrat.
Malmberg D. Olsen
490 Strendur