Danska felagið hjá krabbameinssjúklingum vil upplýsa um alternativar viðgerðir og læra fólk at vera meira vandin. Orsøkin er, at alnetið er vorðið eitt ?eldorado? av ivasomum viðgerðum móti álvarsligum sjúkum
Alt fleiri tilráðingar av meira ella minni ivasamum viðgerðarhættum móti sjúkum eru nú at finna á alnetinum. Skeivar upplýsingar um álvarsligar sjúkur, sum krabbamein, trívast væl har og verða sendar út við eitt nú telduposti.
Fyri at koma skeivu upplýsingunum til lívs, er danska krabbameinsfelagið farið í herferð. Eisini ynskja tey at læra brúkaran at verða meira vandin, tá hann leitar á alternativa marknaðinum.
Á heimasíðuni, www.cancer.dk, boðar felagið frá eini evnisrøð, sum byrjar í Odense seinast í mánaðinum við evninum, ?Den kritiske forbruger af alternativ behandling?.
Bretska tíðarritið, Annals of Oncology, skrivar, at ein bólkur av granskararum mæla stórum sjúklingafeløgum, serstakliga á krabbameinsøkinum, at fara virkin inn í stríðið móti skeivum tilráðingum um alternativa sjúkuviðgerð.
Granskararnir hava kannað 32 av teimum best umtóktu heimasíðunum á enskum tungumáli, sum bjóða alternativa ráðgeving til krabbameinsrakt.
Hóast flestu ráðini vóru óskaðilig, funnu teir eisini heimasíður, sum mugu sigast at vera beinleiðis vandamiklar, við tað, at tær fráráða sjúklingum at fara í vanliga góðkenda læknaviðgerð.
Krabbameinssjúklingar eru løtt offur, tí roynir Kræftens Bekæmpelse, umframt at halda eina røð av evnisfundum, eisini at útbyggja heimasíðuna, so sjúklingarnir har kunnu finna tilfar um alternativar viðgerðir.
Kelda: Politikken.