Vandi fyri borgarakríggi í Irak

Arabiskir eygleiðarar vænta, at harðskapurin í Irak teir seinastu dagarnar fer at halda fram, og at vandin fyri borgarakríggi veksur í hvørjum

Enn hava tey blóðugu bumbuálopini á teir iraksku shiamuslimarnar seinasta týsdag ikki elvt til hevndarálop, og teir fremstu leiðararnir hjá shiamuslimununum hava mælt sínum viðhaldsfólki til at vísa hógv.

Men arabiskir eygleiðarar eru alt annað enn sanførdir um, at tað verður so. Teir siga seg hava sæð fleiri tekin til, at harðskapurin fer at vinda upp á seg, og at tað kann enda við einum veruligum borgarakríggi. Millum annað vísa teir á, at USA ætlar at taka sínar hermenn úr fleiri býum og at lata irakskar løgreglumenn taka við eftirlitinum. Eitt sera vandamikið stig siga teir arabisku eygleiðararnir.

Shiamuslimski leiðarin ayatollah Hadi al Muddaresi segði í gjár, at tað vóru víðgongdir sunnimuslimar, sum skipaðu fyri atsóknunum týsdagin, og at teirra mál er at elva til borgarakríggj. Menn hann vissaði umheimin um, at shiamuslimarnir fara ikki upp í eitt nýtt stríð.

Mustafa Elwy Seif, sum er professari á lærda amerikanska háskúlanum í Kairo, sigur, at amerikanska avgerðin at taka hermeninar úr summum irakskum býum kann gerast júst tað stigið, sum kann enda við einum borgarakríggi.

-Verða teir amerikonsku hermenninir tiknir úr teimum sunnimuslimsku býunum, kann tað hava við sær, at shiamuslimarnir fara inn í býirnar fyri at tryggja lóg og landaskil. Tað fer at økja spenningin ímillum sunnimuslimar og shiamuslimar og kann enda við borgarakríggi, sigur tann egyptiski professarin.


Vænta sær valdið

Sjálvur roknar hann við, at teir shiamuslimsku leiðararnir royna at fáa shiamuslimarnar at halda sær í skinninum, tí teir vænta at fáa valdið í Irak, tá val verður. Shiamuslimarnir eru 60 prosent av irakska fólkinum. Men skuldi tað hent, at amerikanska hersetingin verður ov drúgv, ella at tann demokratiska skipanin ikki gevur shiamuslimunum tað vald, teir vænta at fáa, kan myndin skjótt broytast, sigur Mustafa Elwy Seif, professari.

Ein annar viðurkendur arabiskur eygleiðari, Ahmad Yusef Ahmad, sum er stjóri á arabiska mentanarstovninum í Kairo, heldur eisini, at vandin fyri borgarakríggi í Irak er stórur. Hann stúrir serliga fyri, hvat kann henda upp undir tað ætlaða valið.

-Í triðja heiminum hoyra val og harðskapur saman. Tá tað snýr seg um Irak, er torført at siga, hvat slag av harðskapi vit kunnu vænta okkum. Tað kann enda við borgarakríggi, men tað kann eisini enda við, at shiamuslimar og sunnimuslimar taka seg saman til eiott kríggj ímóti hersetingarvaldinum, sigur Ahmad Yusef Ahmad.

Hann er samdur við Mustafa Elwy Seif um, at shiamuslimarnir royna at halda seg í skinninum, tí teir vænta at fáa valdið í landinum, tá val verður. Men hesin friðurin er skroypiligur, sigur hann.

-Fáa shiamuslimarnir minstu kenslu av, at USA snýtir teir, verður tað útlendska hersetingarvaldið álopsmálið, sigur Ahmad Elwy Ahmad.