Fiskamarknaður
Verður tað soleiðis, at reiðarin púra einsamallur kann gera av, hvar veiðan verður seld, er vandi fyri, at vit koma aftur í tíðina, tá virki og skip hingu saman, og eingin kapping er um prís.
Soleiðis heldur ein kelda í fiskivinnuni, Sosialurin hevur tosað við, men sum ynskir at vera ónevnd. Vart verður gjørt við, at blaðið kennir samleikan hjá kelduni.
Víst verður á, at tað, sum henda kann, er at reiðarar taka seg saman í sonevnd kartell, har teir púra einsamallir gera av, hvar fiskurin verður seldur, og hvør prísurin skal vera.
Eisini verður ført fram, at ein avtøka av 30% regluni fer at skaða Fiskamarknaðin, sum kanska fer at detta niðurfyri, og so eru vit aftur í gomlu skipanini.
Nevndarformaðurin í Fiskamarknaði Føroya óttast tó als ikki fyri, at so fer at verða.
Olaf Olsen, reiðari í Saltangará, er nevndarformðaur i Fiskamarknaði Føroya, sum hevur uppboðssølu á Toftum.
Hann sigur, at Fiskamarknaðurin hevur ikki biðið um at fáa hesa regluna, og at hann er í móti »protectionismu« sum so. Men hann væntar kortini, at tað verður minni umsetningur hjá Fiskamaknaðinum. Men Fiskamarknaðurin fer altíð at verða, sigur hann, tí tað er avgjørt brúk fyri honum.
Olaf Olsen væntar ikki minni gjøgnumskygni í fiskivinnuni av teirri grund, at hendan reglan hvørvur.
?Karellavtalur kunnu nettupp gerast á eitt nú upsamarknaðinum sum er, sigur hann, tí upsi er ein fiskur, sum fáir keyparar eru til, og tí ringur at selja á uppboðssølu.
Tá hildið verður fram fyri Olafi Olsen, um ikki júst tann avtalan, hann sjálvur hevur verið við til at gera við eina nýstovnaða fiskasølu fyri stuttum um at selja alla veiðuna gjøgnum hetta felagið, júst kann skiljast sum eitt slag av kartellavtalu, vísir hann tí aftur við teirri grundgeving, at fiskurin skal gjøgnum vanliga marknaðin kortini.
Málið, nevnt verður, snýr seg um, at eitt nýtt sølufelag hevur gjørt avtalu við trý reiðarí um at selja alla veiðuna hjá skipunum hjá hesum trimum reiðaríum gjøgnum hetta felagið.
Hinvegin vísir skrivarin í Ráfiskakeyparafelagnum, Agnar Jensen, á, at verður 30% reglan avtikin, kann tað enda við, at tey stóru virkini fara at keypa tað, tey hava brúk fyri, meðan tey smærru, sum júst hava notið gott av regluni, fara at detta burturímillum.
Men hann vísir eisini á, at málið er ikki nóg væl lýst enn til, at nakað kann sigast við vissu.
Enn er málið um at taka 30% regluna av, rættiliga ókent fyri flestu partar í vinnuni, so eingin fæst at siga nakað ítøkiligt um tað. Men greitt er, at tað órógvar summar partar, meðan aðrir halda, at tað fer onga ávirkan at hava.
Onkur kelda, Sosialurin hevur tosað við, metir, at tað kann enda við, at reiðaríni fara at seta prísin sum teimum lystir, og manningarnar í seinna enda ongan møguleika hava at fylgja við, hvat veruligi prísurin er, um fastar søluavtalur verða gjørdar við ávís feløg.
Óli Jacobsen, formaður i Føroya Fiskimannafelag, sigur, at tí fer Fiskimannafelagið ikki at loyva.
Men heldur ikki hann kennir kennir málið nóg væl til at vilja úttala seg alment um tað, men fer at kanna tað til botns, sigur hann.
Óli Jacobsen er eisini nevndarlimur í Fiskamarknaði Føroya, og hann fer at taka málið upp á komandi nevndarfundi.
Skrivarin hjá Ráfiskakeyparafelagnum heldur, at nú skulu vit bara taka tað róligt og ikki loypa framav, hóast ein príslækking er í løtuni.
Nógv fundarvirksemi var í ymsu pørtunum av vinnuni mikudagin, og okkurt er, sum bendir á, at uppskotið um at taka 30% regluna av, hevur órógvað summar partar av føroysku fiskivinnuni.