Vandi fyri glaspettum í agurkusalat

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú um, at glaspetti eru funnin í einum partíi av agurkusalat, sum eisini er selt í Føroyum.

Talan er um First Price agurkusalat, vekt 550 gram og við haldbæri til 1. Juni 2014. Tað er Samsø Konservesfabrik, ið hevur afturkallað vøruna.

Orsøkin til, at vørðan verður afturkallað, er at eitt glaspetti er funnið í einum glasi við agurkusalati í hesum partínum.

Batch nummarið á lokinum er frá og við nr: 1506112200 til og við nummar 1506112400.

Henda vøran er seld í føroyskum handlum. Heilsølur, sum hava selt vøruna, hava kallað hana innaftur og biðið handlar um at taka hana av hillunum.

Hevur onkur brúkari keypt vøruna, eru ráðini at beina fyri vøruni, ella at lata handilinum hana aftur.