Jógvan Sundstein, fyrrverandi politikari og tingformaður, kennir væl aftur tað, sum Gunnleyg Durhuus, arkitektur og NLP-ráðgevi, sigur um kjakið og samskiftið millum politikarar.
- Tingfólk hava sum heild lyndi til bara at hava sína egnu meining og lítismeta meiningina hjá øðrum. Tá ið aðrir politikarar koma við sínum grundgevingum lurta teir heilt týðiliga ikki eftir. Politikarar hava tað fyri at finna nøkur einstøk brot úr úttalilsum teir koma við, so svara teir aftur og hanga teir út upp á tað. Summir hava betri evni til tað enn aðrir, - aðrir duga væl at vera skemtiligir og gera hinar til láturs. Hetta hevur altíð irriterað meg nógv. Tað ger einki um politikarar eru humoristiskir, men hetta at venda tí sum verður sagt á høvdið og gera tað láturs í eini keðiligari ætlan dámar mær ikki.
- Alt ov ofta fáa mál, ið eru til viðgerðar í tinginum, ikki nóg góða og neyva viðgerð. Lutvíst er tað sjálv skipanin, ið hevur skyldina av tí. Tað er tíverri vorðið siðvenja, at samgonga og andstøða aldri koma til sættis. Samgongan sigur eitt og andstøðan er bara ímóti, fyri ein stóran part bara tí at hon er í andstøðu. Andstøðan roynir til eina og hvørja tíð at peika á nøkur ting fyri at rættvísgera, at hon er ímóti. Tað nýtist og eigur ikki at vera so. Sjálvsagt eigur ein andstøða at vera kritisk og finnur hon nakað at finnast at, skal hon gera tað við sakligum grundgevingum. Tá eigur samgongan at vera fús at tosa um tingini og rætta tey um tað er uppá sítt pláss, sigur Jógvan Sundstein.
Flokkarnir eru ikki so ymiskir
- Taka vit uppbýtingina við flokkum, so síggja vit, at tað er heilt vónleyst sum flokkar til eina og hvørja tíð altíð vilja profilera seg og leggja aðrar flokkar undir at vilja alt skeivt. Hetta er nógv meiri vanligt og eyðkent enn tað er basis fyri í veruleikanum. Flokkarnir eru í grundini ikki so ymiskir. Vit síggja, at flokkar keglast um, hvør nú eigur æruna av hesum og hasum, og tað hevur ofta lyndi til at gerast fjákut.
- Persónsprofileringin er eisini týðilig og tað er vanlig menniskjanslig fáfongd. Slík profilering endar ofta við, at tú fert eftir einum øðrum. Ert tú fyrst vorðin politikari ert tú bangin fyri at detta burtur ímillum. Tí roynir tú alla tíðina at verja teg sjálvan og tá gongur tað fyri ein stóran part uppá persónin, í næsta umfari uppá flokkin. Vit síggja ofta, tá ið samgonga og landsstýri eru skipað, at tað eru ávísir persónar og ávísir flokkar sum profilera seg sjálvar meiri enn heildina.
- Til dagligt hava politikararnir kanska virðing fyri hvør øðrum, men tá ið tað snýr seg um politiska orðaskiftið og politisku viðurskiftini hava tingfólk alt ov lítla virðing fyri hvør øðrum. Og tað er bara ein máti at broyta tað uppá og tað er at broyta hugburð. Sum politikari eigur man at gera sær greitt, at man arbeiðir fyri málum til frama fyri landið og samfelagið, og seinast fyri flokkin og sær sjálvum.
Verri í dag
Jógvan Sundstein sat á tingi frá 1970 til 1994 fyri Fólkaflokkin, var tingformaður frá 1980-1984, løgmaður frá 1989 til 1991 og landsstýrismaður frá 1991 til 1993. Og sum politikari í eina fjórðingsøld metir Jógvan Sundstein, at orðaskiftið á tingið er verri í dag enn tað var fyrr.
- Kanska er munurin er ikki so stórur og møguliga síggi eg tað øðrvísi í dag, nú eg ikki eru virkin í politikki. Eitt tað besta dømið, har tað heila fór av sporinum var t.d., hvussu Edmund Joensen var sum løgmaður. Hann var eitt gott dømi um, hvussu politikkur ikki skal førast. Hvørja einastu ferð hann skuldi siga nakað sum løgmaður profileraði hann seg sjálvan og Sambandsflokkin í staðin fyri at taka heildina og tosa um, hvat tænti heildini best. Tað er ein øgiliga stórur munur millum Edmund Joensen sum løgmann og Anfinn Kallsberg sum løgmann. Gjøgnumgangandi tosar Anfinn Kallsberg vegna samgonguna og vegna politikarar sum heild. Eg havi ongantíð síðani hann gjørdist løgmaður sæð, at hann profilerar seg sjálvan og flokkin hann umboðar fram um hinar í samgonguni. Í dag hava vit eitt landsstýri við einum løgmanni - og so havi eg eisini hug at taka landsstýrismannin í sjálvstýrismálum við - sum arbeiðir fyri tí sum teir hava sett sær fyri. Teir fáa eitt mál fyri og annað eftir av skafti, arbeiðið gongur framá alla tíðina og hetta hevur vantað í føroyskum politikki. Higartil hava teir sakliga ført síni sjónarmið fram, teir hava sakliga greitt frá, hvat teir vilja og hava verið rættiliga sakligir í orðaskiftinum eisini, sigur Jógvan Sundstein.