Vanligt seyðahald í Føroyum í vanda

?Um nøkur ár er alt vanligt seyðahald fyribeint, har fólk hava eina trøð og nakrar seyðir til húsbrúk. Hetta verður avleiðingin um álitið hjá búnaðarnevndini verður sett í verk, sigur Føroya Óðalsfelag

Landbúnaður

? Verður hetta sett í verk, fara tað ikki at ganga nógv ár til alt vanligt seyðahald í Føroyum burturdottið, har fólk hava eitt sindur av jørð og nakrar seyðir til húsbrúk.

Tað er dómurin, sum Føroya Óðalsfelag fellur yvir álitið, sum búnaðarnevndin hjá Vinnumálastýrinum læt úr hondum fyri kortum.

Í álitinum eru uppskot sett fram um, hvussu landbúnaðarpolitikkurin í Føroyum skal vera í framtíðini.

? Hesi uppskot fara at beina fyri øllum vanligum jarðarbrúki í Føroyum og tað fer sostatt at beina fyri einum parti av okkara mentan, sum er líka gamal sum landið sjálvt, sigur Kári á Rógvi, lógfrøðingur, sum er formaður í Óðalsfelagnum.

Nú álitið frá búnaðarnevndini er komið, er Óðalsfelag Føroya farið undir eina rundferð kring landið at hava hoyringar um framtíðar landbúnaðarpolitikkin í Føroyum.

Tann fyrsta hoyringin var í skúlanum í Porkeri mikukvøldið, har eini 30 fólk vóru møtt.

Smábrúk leggjast saman

Á fundinum í Porkeri greiddi Kári á Rógvi frá, at eftir álitinum frá búnaðarnevndini, skal endamálið við nýggja landbúnaðarpolitikkinum vera at leggja tey smáu jarðarbrúkini saman í størri eindir.

Í hesum sambandi mintist ein av fundarluttakarunum, at Bjørn á Heygum, sum hevði sitið í búnaðarnevndini, hevur sagt, at í framtíðini skal landbúnaðurin vera ?annað enn mentan og frítíð?.

?Hetta er eitt uppskot, sum fullkomiliga brýtur við alla mentan og alla siðvenju, sum hevur verið í Føroyum, síðani landið varð bygt.

?Hetta er ein lóg, sum miðjar eftir, at skapa eitt ávíst slag av seyðahaldi, har hvørt jarðarbrúk skal hava millum 50 og 300 áseyðir. Tað merkir, at fyri tey allarflestu av okkum fer seyðahaldið at hvørva.

? Uppskotið er rættiliga fremmand fyri okkum, tí hon nevnir bara um garðar og fyri tað um onkur ein gyllin, ella tveir, ber neyvan til at tosa um garð. Men eftir hesum skal øll jørð, niðure í hvørja hálva gyllin, tinglýsast sum landbúnaðarjørð og tann, sum hevur landbúnaðarjørð, hevur skyldu til at hava landbúnað.

Annars er bústaðarskylda fyri øll, ið hava fleiri enn 50 seyðir.

Tann sum brýtur hesar báðar reglarnar kann missa jørðina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum kann so lata onkran annan leiga jørðina í eitt áramál upp á 10 ár ísenn. Tá ið 10 ár eru farin, kann leigumálið endurnýggjast um eigarin ikki prógvar, at tey viðurskifti, sum førdi til, at hann misti jørðina, eru avgerðandi broytt.

Arvarætturin avmarkaður

Kári á Rógvu greiddi eisini frá, at eftir nýggja landbúnaðarálitinum, er tað avmarkað, hvør kann ogna sær jørð.

? Bara tann, ið er 18 ár, hevur ríkisborgararætt og býr í Føroyum, og hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroym í minst tvey ár tey seinastu fimm árini, kann ogna sær jørð.

Tann, sum vil ogna sær jørð, sum ber meiri enn 50 seyðir, skal harafturat prógva, at hann er førur fyri at hava landbúnað.

? Men hetta vil eisini siga, at kemur onkur, sum er yngri enn 18 ár, soleiðis fyri, at tey arva jørð, skal hon seljast, tað er onki við at gera.

? Hetta vil eisini siga, at er tað onkur, sum hevur verið uttanlands í útbúgvingarørindum, kunnu tey falla fyri markinum um, at tey ikki hava búð í Føroyum í tvey ár tey seinastu fimm árini og so missa tey jørðina.

Tá ið ein, sum hevur búnaðarjørð, doyr, ber tað ikki til at býta jørðina sundur ímillum børnini, tí tað verður bara tað elsta barni, sum kann arva jørðina. Vil elsta barn ikki hava jørðina, er tað næstelsta barn, sum arvar alla jørðina o.s.fr.

Men er barnið ikki myndugt, men kortini vil hava jørðina, kann búnaðarnevndin seta ein røktingarmann at reka garðin, til barnið er myndugt.

? Tað vil siga, at har nógv jørð er, ber ikki til at býta hana sundur. Tað ber heldur ikki til at skrivað testamenti og gera av, hvør skal hava jørðina.

Somuleiðis sigur uppskotið, at hvørja ferð onkur veltur upp úr nýggjum, ella tekur flag ella mold, skal tað søkjast til landsstýrismannin um loyvi.

Eftur nýggja lógaruppskotinum skal tað eisini verða sýslumaðurin sum ásetur áseyðatalið í einum haga. Tvs, at tann ábyrgdin ella rætturin, verður tikin frá bygdarfólkinum.

Trivnaður og ítriv burtur

Óðalsfelagið førir fram, at verða broytingarnar í landbúnaðarálitinum framdar í verki, fer tað at føra við sær at sum frálíður fer øll óðalsjørð at vera savnað í størri eindir.

? Tað fer at henda, so hvørt sum kravið um bústaðarskyldu, avmarkingarnar í ognarrættinum og arvarættinum og aðrar ásetingar í lógina, føra til, at jørð verður tikin frá fólki, sigur Kári á Rógvi.

? Sostatt tekur búnaðarálitið púra onki fyrilit fyri teirri gomlu mentanini og tí ómetaliga trivnaði tað førir við sær, at fólk kunnu eiga eitt sindur av jørð til húsbrúk.

Óðalsfelagið vísir eisini á, at tað í nógvum førum júst er jørðin, sum bindur fólk til smáplássini í útjaðaranum í Føroyum.

?Verður jørðin savnað í størri eindir, verða tað bar nøkur heilt fá húski úti á bygd, sum hava jørð. Tað hevði verið nógv betri fyri útjaðaramenning at býtt jørðina sundur, so at enn fleiri fingu gagn av henni. Eitt nú áttu størri festi at verið býtt sundur í smærri festi, fyri at givið fólki møguleika at havt eitt sindur av seyði afturat til trivnað, men eisini fyri at útvega sær eitt kærkomið ískoyti til húsarhaldið. Óðalsfelagið vísir eisini á, at tey smáu brúkini kasta nógv meiri av sær sum tey stóru brúkini.

Hetta er óivað eitt mál, sum vit fara at hoyra meiri til í komandi tíðum. Í næstum fer Óðalsfelagið at halda fleiri fundir kring landið, har høvi verður at frætta um avleiðingarnar av landbúnaðarpolitikkinum í framtíðini. Sí annars yvirlýsing frá fundinum í Porkeri her á síðuni.