Vanlukka til afrikanska meistaraheitið

AFCON: Í minsta lagi seks fólk eru kroyst til deyðis í samband við landsydstin millum Kamerun og Komoroyggjarnar

Fýra av teimum átta 1/8 finalunum í Afrikanska meistaraheitinum hava verið sunnudagin og í gjár. Burkina Faso, Tunesia, Gambia og vertstjóðin, Kamerun, eru víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Dysturin í gjár millum Kamerun og Komoroyggjarnar hevur fingið eitt serligt eftirspæl, tí minst seks fólk blivu kroyst til deyðis, tá stórar fólkamongdir royndu at sleppa inn á leikvøllin til dystin. Myndugleikarnir siga eisini, at fleiri fólk eru illa løstað. Bretskir miðlar skriva í dag, at talan er um átta fólk, sum eru deyð. Í gjár var talið seks.

 

Leikvøllurin tekur 60.000 áskooðarar, men koronureglugerðin ger, at í mesta lagi 50.000 áskoðarar skuldu inn. Undan dystarbyrjan byrjaðu størri fólkamongdir at kroysta seg framat, og tað hevur millum annað gingið útyvir ein seks ára gamla gentu.

 

Í dag og í morgin verða hinar fýra 1/8 finalurnar.