##med2##
Alex Vanopslagh, floksformaður hjá LA, vil lata føroysk og grønlendsk fólkatingsfólk tosa á teirra egna móðurmálið í Fólkatingssalinum.
Tað sigur hann í dag, eftir at grønlendska fólkatingskvinnan, Aki-Matilda Høegh-Dam í gjár gjørdi júst tað, sjálvt um hon tosar flótandi danskt.
– Hóast eg í veruleikanum haldi, at tað var respektleyst, barnsligt og provokerandi av Aki-Matildu, so skilji eg væl, at tú sum grønlendskur ella føroyskur fólkatingslimur vilt tosa á tínum egna móðurmáli.
– Og harvið eisini gera tað lættari skilligt hjá teimum, sum hava verið við til at velja tey, og tað eru jú tey í Grønlandi og í Føroyum, sum eru partur av ríkisfelagsskapi okkara.
– So ein góð loysn, haldi eg, er, at um tú ynskir at tosa á tínum móðurmáli, so skal tað sjálvandi vera møguligt fyri simultantulking.
– Og tað haldi eg eisini, at leiðsla Fólkatingsins hevði viljað, um ynski er um tað, sigur Alex Vanopslagh.
Aki-Matilda Høegh-Dam úr grønlendska Javnaðarflokkinum, Siumut, er fødd í Danmark og tosar vanliga danskt í Fólkatingssalinum.
Í gjár gjørdi hon av bara at tosa á grønlendskum av Fólkatingsins røðarapalli í kjaki um ríkisfelagsskapin.
Hon svarði eisini á grønlendskum, tá onnur fólkatingsfólk settu henni spurningar.
Karsten Høgne úr SF fekk nóg mikið undir kjakinum, har millum annað Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, eisini var til staðar.
– Eg vil ikki vera statistur í hesum, sum gongur fyri seg, bara tí at tað skal brúkast í grønlendskum miðlum, segði Karsten Høgne.
Hann staðfesti, eftir at hava fingið svar á grønlendksum, at »tað er eitt sindur trupult samskifti, hetta her«.
Karsten Høgne segði seg tí ikki hava fleiri spurningar til Aki-Matilda Høegh-Dam.
Erling Bonnesen úr Vinstra, sum sat í formanssessinum, mælti Aki-Matilda Høegh-Dam til eisini at siga, sum hon segði á grønlendskum, á donskum, so hinir fólkatingslimirnir kundu skilja, tað hon segði. Men tað vildi hon ikki.
Tað eru skrivaðar reglar fyri, hvat mál skal tosast í Fólkatingssalinum.
Alex Vanopslagh heldur simultantulking vera eitt amboð, sum kann brúkast til at ganga øllum á møti.
– Tað er jú eitt sindur betri, enn bara at standa við krossaðum ørum og siga, at »eg tími ikki at siga tað, eg júst hava sagt, á einum máli, sum tit skilja«, sigur hann við tilsiping til hendingina í Fólkatingssalinum í gjár.
/ritzau/