Vantandi samskifti

Jákup Petersen, yvirlækni, heldur vantandi samskifti og vantandi áhuga frá politisku myndugleikunum fyri teimum báðum smærru sjúkrahúsunum vera orsøk til afturvendandi sjúkrahúsorrustuna

? Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum sigur, at tað ber til at spara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí har eru eingir bíðilistar. Men veruleikin er, at vit hava eitt ára langir bíðilistar.

Jákup Petersen sigur orsøkina til vantandi kunnleika landstýriskvinnunar vera vandandi áhuga fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann vísir á, at hvørki landsstýriskvinnan ella fólk frá Almanna- og Heilsumálastýrinum vitja á teimum smáðu sjúkrahúsunum ella samskifta við serkunnleikarnar á teimum smáu sjúkrahúsunum. Tískil vita tey heldur ikki hvat gongur fyri seg har.


12 milliónir hægri

Jákup Petersen sigur góðar grundir vera fyri, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur havt eina árliga játtan, ið hevur ligið 12 milliónir hægri enn tann fyri Suðuroyar Sjúkrahús.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sambært yvirlæknanum fleiri væl virkandi funktiónir, ið Suðuroyar Sjúkrahús ikki hevur, og tískil er Klaksvíkar Sjúkrahús dýrari at reka.

Sjúkrahúsið í Klaksvík hevur eina medisinska deild, eina landsumfevnandi ortopædkirurgiska deild, eina væl virkandi fysioterapi, ið eisini er landsumfevnandi, væl útbúnan blóðbanka og beinbanka, ið virkar væl saman við væl virkandi laboratoriinum, ið partvís eisini liggur í Gøtu.

Jákup Petersen vísir á, at játtanin fyri Suðuroyar Sjúkrahús liggur vanliga um 28 milliónir krónur, meðan upptøkuøkið liggur um 5.000 - 6.000 fólk. Hetta er nakað tað sama sum upptøkuøkið í Klaksvík.

Í hesum sambandi vísir Jákup Petersen á, at Landssjúkrahúsið hevur eitt upptøkuøkið á 30.000 fólk, um Vágoyggin og Sandoyggin verða taldar við. Hetta er eitt upptøkuøkið, ið er fimm ferðir størri enn tað hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

? Men falda vit játtanina fyri Suðuroyar Sjúkrahús á 28 miliónir við fimm, fáa vit eina játtan, ið er 140 milliónir. Hetta skuldi so verið játtanin fyri Landssjúkrahúsið, ið hevur fimm ferðir so stórt upptøkuøkið sum Suðuroyar Sjúkrahús, sigur Jákup Petersen, men vísir í sama viðfangi á, at Landssjúkrahúsið hevur eina játtan á 230 milliónir. Orsøkina sigur hann vera, at Landssjúkrahúsið hevur funktiónir, ið Suðuroyar Sjúkrahús ikki hevur.

Hetta nýtir Jákup Petersen sum grundgeving fyri, at tað er neyðugt hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi at hava eina játtan, ið er munandi hægri enn tann hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, um serligu funktiónirnar framhaldandi skulu vera í Klaksvík.


Eingin ætlan

Jákup Petersen fílist á, at eingin heildarætlan nakrantíð er løgd fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, sum tað er. Hann vísir á, at tá Suðuroyar Sjúkrahús fyri fáum árum síðani varð bygt, var eingin ætlan, ið segði, hvat sjúkrahúsið skuldi brúkast til. Hugt varð ikki eftir møguleikanum fyri at gera ávísar sertænastur á Tvøroyrar Sjúkrahúsi.

Yvirlæknin vísir á, at sjúkrahúsætlanin á Tvøroyri einans innibar at byggja eitt hús og einki annað.

Í hesum sambandi nertir Jákup Petersen aftur við spurningin, um vantandi samskiftið millium politisku myndugleikarnar og serkunnleikan á økinum.

? Politisku myndugleikarnir taka fyrst eina avgerð og síðani leita teir eftir einari grundgeving í staðin fyri at seta seg saman við sjúkrahúsleiðslunum og finna rationellar loysnir, ið kunnu vera grundgevingar fyri avgerðunum áðrenn tær verða tiknar.

Rationalisera sjálvir

Jákup Petersen vísir á, at í hvussu so er ortopædkirurgisku yvirlæknarnir sjálvir hava eina góða ætlan um rationalisering á teirra øki. Teir gera ein part av arbeiðinum í Havn og ein part í Klaksvík. Og í veruleikanum er júst hetta rationalisering.

? Fyri tíðina verður møguliga ov nógv av arbeiðinum gjørt í Klaksvík, men hetta er orsakað av, at umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum ikki eru nóg góðar, sigur hann.

Men sambart Jákupi Petersen kemur útbyggingin av Landssjúkrahúsinum væl við, og er hann sannførdur um, at tá liðugt er umbygt, fer tað at verða bíligari at reka Landssjúkrahúsið.

Jákup Petersen sigur, at fyri tað skal bera til at rationalisera, er neyðugt við nøkrum íløgum, ið eru væl lagdar til rættis, so arbeiðsøkini kunnu býtast út millum sjúkrahúsini.

Hann metir ætlanina, ortopædkirurgisku læknarnir hava gjørt, at vera skilagóða. Arbeiðið verður gjørt bæði í Havn og í Klaksvík, men hóast hetta metir hann ikki talan vera um dupultfunktión, men um eina funktionella eind. Tað er ikki dýrt at gera arbeiðið í báðum støðum, tí amboðini eru løgd ókeypis á bæði sjúkrahúsunum frá vinarliga sinnaðum samstarvsfeløgum.

Jákup Petersen vónar at kunnu flyta eitt sindur meira av tí ortopædkirurgiska arbeiðinum til Havnar, so líðandi útbyggingarnar verða framdar. Tí sum er, er ov nógv at gera á hesum økinum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Men nú, Klaksvíkar Sjúkrahús skal spara so mikið nógv, er vandi fyri, at arbeiðið heilt fer fyri skeyti. Tær hálkvtfjórðahundraðtúsund krónurnar, sjúkrahúsið skal spara, kunnu fáa ógvusligar avleiðingar. Sambært Jákup Petersen er talan um eina lækkan í játtanini á góðar tríggjar milliónir, tá lænarhækkingar eru taldar við. Og hetta kann sambært honum og sjúkrahúsleiðaranum koma at kosta 20 størv. Tey flestu hava nevniliga hálvt ára uppsagnartíð, og tí eru fullar lønarútreiðslur av øllum starvsfólkunum heilt til næsta summar, um fíggarlógin ikki verður samtykt fyrr enn á jólum.

Jákup Petersen sigur at enda, at tað væl ber til at rationalisera og effektivisera føroyska sjúkrahúsverkið, um rætt verður farið fram. Lyklaorðini heldur hann vera samskifti og tilrættarlegging.

meira á síðu 5