Vantandi tjald verður trupulleiki komandi ár

Timburtjaldið hjá Glasi fór í luftina um vikuskiftið

Í løtuni er tað ikki ein hølistrupulleiki fyri Glasir, at tjaldið hjá timburdeildini fór í ódnarveðrinum um vikuskiftið, men í februar ella mars verður tørvur á hølunum aftur.

Tað sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi.

Dimma.fo skrivaði leygardagin, at tjaldið, har timburlærlingarnir á Glasi húsaðust í, var farið í vindinum.

Og hóast tað er harmiligt, at tjaldið fór, so er talan ikki um ein bráfeingistrupulleika, sigur Steinbjørn Hardlei.

– Vit eru helst komin í gjøgnum tað mesta, sum skuldi vera úti har í vetur. So vit kunnu skipa okkum soleiðis, at vit klára tað fram til februar ella mars, áðrenn vit hava tørv á útiøkinum aftur, sigur Steinbjørn Hardlei, og leggur aftrat, at hetta er nakað, ið skúlin roynir at fáa greiðu á í morgun.

Steinbjørn Hardlei sigur, at tjalddúkurin varð skorin burtur av sløkkiliðnum, soleiðis at tjaldið ikki fór at gera skaða aðrastaðni. Starvsfólk á Glasi høvdu varnast, at illa stóð til við tjaldinum, og tí varð sløkkiliðið boðsent.

Eingin skaði stóðst á tilfar og amboð í tjaldinum, tí hetta var alt bjargað frammanundan.

Hóast tørvur ikki er á tjaldinum júst í løtuni, og timburnæmingarnir kunnu sita inanndurða í vetur, so er tað ikki nøkur loysn upp á trupulleikan upp á sikt.

– Hetta er virksemi, sum krevur ráhøll ella ráøki, tá vit tosa um hitastig og luftfuktigheit og so framvegis - tað grova timburarbeiðið. Vit hava tørv á at fáa ein loysn, og tað eru í samskifti við Uttanríkis- og mentamálaráðið um.