Varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Harðskapur: Hini vóru bæði full og skeiv. Hann hevði bara drukkið. Ein 35 ára gamal varð seinnapartin í gjár varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri harðskap

Tað gongur nokkso hart fyri seg í rús-umhvørvinum í Havn.
Hetta vísti eitt grundlógarhoyr í Føroya rætti seinnapartin í gjár.
Ein 35 ára gamal maðurin varð handtikin tíðliga gjáramorgunin og skuldsettur fyri harðskap.
Hann hevði mikukvøldið havt vitjan av eini góðar vinkonu og sjeiki hennara, og tey høvdu og drukkið vín.
Mitt í øllum vildi hon í býin og fór avstað. Seinni fór hann út at leita eftir henni, tí hann visti sum var, at hon ofta kom lort í býin.
Út móti morgni hevði hann boðið vinkonuni og tveimum heim í íbúðina hjá sær, greiddi hann frá í rættinum.
Illstøða kom í, og tann skuldsetti viðgekk, at hann hevði tveitt gestirnar á dyr, men ikki við harðari hond, segði hann.
Illstøðan kom í, tí kvinnan, sum hevði búð har frammanundan og hevði nógv av sínum frammanundan standandi har, fór at pilka út lutir, sum hon ætlaði at taka við sær. Tann skuldsetti hevði sagt, at hon skuldi taka alt, sum hon átti harinni.
Hann hevði kastað við einum barnastóli, men hevði ikki kastað eftir henni, segði tann skuldsetti.

Øll narkomanar
Hann vildi vera við, at hon var so upp og niður, tí hon eins og hini hevði tikið amfetamnin. Øll hini vóru narkomanar, segði hann.
Hann noktaði fyri at hava sligið kvinnuna. Tvørtur ímóti hevði ein annar sligið seg, segði maðurin, sum sat í rættinum við bláum eyga.
Hon hevði gjørt herverk á motorsúkklu hansara, brotið eina lykt og sproyta máling á hana.
Tað gekk fram av tí, sum lisið varð upp úr avhoyringunum av hinum, at tey ikki mintust alt, sum hent var. Eingin nevndi spark, men tey hava greitt frá, at tann skuldsetti hevði sligið kvinnuna, sum fall niður og aftaná fekk kúlu á pannuna. Kúluna hevði tann skuldsetti onga vðmerking til. Vinkonan slær seg altíð í, segði hann.

Í føðingardag hjá abbanum
Tann skuldsetti vónaði ikki, at hann fór at verða varðhaldsfongslaður, tí dagurin í gjár var ein serligur dagur fyri hann. Mamman skuldi koma heim at hjálpa honum, og so skuldu tey í 80 ára føðingardag hjá abbanum.
Hann helt eisini, at um hann skuldi inn at sita, fóru vinfólkini bara at ballast í íbúð hansara.
Ákærin kravdi mannin varðhaldsfongslaðan, og hon vísti á, at maðurin hevði ein treytaðan dóm fyri harðskap hangandi yvir sær. Royndartíðin er ikki úti fyrr enn í august.
Haraftrat skal hann 3. september í rættin fyri eitt annað harðskapsmál, og 24. Juni varð ahnn tikin fyri at hava framt harðskap.
Verjin kravdi, at maðurin varð latin leysur, so hann kundi sleppa í føðingardag hjá abbanum. Eisini helt hann, at prógvini vóru veik.
Dómarin valdi at varðhaldsfongsla mannin fram til 4. august, og tann úrskurðin kærdi tann skuldsetti ikki.