Varðin Pelagic nýtt skrivstovuumhvørvi

Tað eru Selmar Nielsen Arkitektar, sum hava teknað, og tað er MTV á Tvøroyri, sum hava staðið fyri byggingini.

Varðin Pelagic á Tvøroyri byrjaði sítt virksemi á sumri í 2012, og tað hevur gingið væl hjá felagnum síðan byrjan. Virkið er eisini útbygt, og økt er um frystiorkuna við fleiri frystarum og størri frystihøll.

 

Skrivstovufólkini hjá felagnum høvdu ikki felags skrivstovuumhvørvi frá byrjan, men hava sitið í ymiskum bygningum á Tvøroyri.

 

Í 2015 varð byrjað at byggja nýggjan skrivstovubygning, og fyrstu arbeiðsfólkini fluttu í nýggj høli seint í summar. Men, tað var ikki fyrr enn beint fyri jól, at nýggi bygningurin alment varð tikin í nýtslu.

 

Í hesum sambandi skipaði Varðin Pelagic fyri hugnaløtu fyri starvsfólkum við familjum, og her var høvi at síggja nýggju og snotuligu skrivstovuhølini.

 

Tað eru Selmar Nielsen Arkitektar, sum hava teknað skrivstovubygningin, og tað er MTV á Tvøroyri, sum hava staðið fyri byggingini.

 

Á heimasiðuni hjá Varðanum í Gøtu - www.vardin.fo - eru fleiri myndir av nýggju skrivstovuhølunum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.