Var til fyrstu HM-finaluna í 1930

96 ára gamla Tanya Schmoller úr Uruguay gleðir seg til HM-endaspælið

Ígjár hevði bretska blaðið "The Independent" eina samrøðu við eina 96 ára gamla kvinnu, sum upprunaliga kemur úr Uruguay. Kvinnan eitur Tanya Schmoller, og flutti hon til Onglands miðskeiðis í 1940-árunum.

 

Tá Tanya Scmoller varð 12 ára gomul, var hon millum teir 68.000 áskoðararnar á Centenario leikvøllinum í uruguayanska høvuðsstaðnum, Montevideo, sum sóu ta fyrstu HM-finaluna í søguni millum Uruguay og Argentina. Ein dystur, sum Uruguay vann 4-2, aftaná Argentina hevði verið á odda 2-1 í steðginum.

 

Hon minnist, at heimaáskoðararnir fóru gjøgnum gøturnar í Montevideo við tí argentinska flagginum í einari opnari líkkistu. - Eg var ein ung skúlagenta tá, og tað var ein fantastisk uppliving at verða til ta fyrstu HM-finaluna, greiðir 96 ára gamla Tanya Schmoller frá.

 

Nú gleðir Tanya seg til dystin í bólki D millum Ongland og Uruguay, sum verður á skránni, hósdagin 19. juni. - Eg fari at sita klára við uruguayanska flagginum frammanfyri sjónvarpsskíggjanum og heppa á Uruguay saman við ommusoninum.

 

Enn eitt dømi um tær sjáldsomu søgurnar, sum eru at finna í fótbólti.