Varðveita føroyska seyðin sum eitt sermerkt slag

Stórur áhugi er fyri seyðasýningunum, og ikki minst fyri landsseyðasýningini sum verður í næsta mánaði.

Stórur eftirspurningur er eftir góðkendum sýnarum. Men tað vísir seg tó, at tað eru ikki so nógvi í tali enn. Tí er heldur torført hjá teimum góðkendu at røkka út til allar lokalu sýningarnar.

- Hetta er orsøkin til, at vit nú hava avgjørt at útseta sýningina eina viku til 12. november, verður upplýst frá Búnaðarstovuni. Sýningin verður á Royndarstøðini í Kollafirði.

Fleiri hava vent sær til Búnaðarstovuna fyri at vita hvussu ein kann gerast góðkendur sýnari. Krøvini til ein góðkendan sýnara eru, at viðkomandi hevur luttikið í eini royndarsýning, sum Búnaðarstovan skipar fyri og luttikið í á skeiði um reglur og alimál fyri sýning av seyði.

Avgjørt er at fyriskipa eina royndarsýning í ár, beint eftir landsseyðasýningina við einum uppfylgjandi kunnandi fundi um reglur og alimál seinni í vetur.

- Endamálið við øllum hesum er tryggja tí verandi føroyska seyðinum eina framtíð sum sermerkt seyðaslag, verður sagt úr Búnaðarstovuni.