Varð vrak av samanstoyti við trailara

Nøkur ferðsluóhapp hava verið í hálkuni. Á Sundi stoyttu ein trailari og ein persónbilur saman, og persónbilurin varð vrak

Ein trailari og ein persónbilur stoyttu saman í hálku inni á Sundi týsmorgunin. Førarin á persónbilinum varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Bilførarin hevði ilt í rygginum og hálsinum, sigur løgreglan. Gjørt varð av at flyta hann á Landssjúrkahúsið beinanveg eftir óhappið. Persónbilurin var vrak.
Lastbilurin, sum hevði eina bingju á viðfestivogninum, fór út av vegnum, og krani frá Skipasmiðjuni varð tilkallaður til at fáa hann uppaftur. Fyrst mátti bingjan fáast av, áðrenn farast kundi undir at fáa sjálvan bilin upp aftur á vegin. Førarin av hesum bilinum fekk ongan skaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Annars hava verið nøkur onnur smærri óhapp, síðan kavi legðist mánadagin, sigur løgreglan. Men tey eru slík, um verða víst til tryggingina, og fólkaskaði hevur ikki verið.
Mánakvøldið jagstraði løgreglan í Havn ein bil, sum ikki vildi steðga, tá førarin fekk boð um tað. Bilurin fór út av vegnum uppi á Sundsvegnum. førarin var ein 18 ára gamal drongur, sum ikki hevði koyrikort. Hann hevði lænt ein bil, sum ongar nummarplátur hevði, frá einum vinmanni, greiddi hann løgregluni frá. Síðan vórðu pláturnar tiknar av einum øðrum bili og settar á hendan, sum frámeldaður var.
Maðurin varð tikin á politistøðina, men var ikki liðugt avhooydur, tá Sosialurin tosaði við løgregluna fyrrapartin týsdagin.