Ávara Assad ímóti at brúka eiturvápn

USA ávarar nú sýriska forsetan, Bashar al.-Assad, ímóti at brúkaeiturvápn í bardøgunum við uppreistrarmenninar.

-Har seta vit markið, segði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, eftir at hon hevði verið á fundi við kekkiska uttanríkisráðharran, Karel Schwarzenberg, í Prag í dag.

Hon vildi ikki siga, hvat USA fer at gera, um stýrið í Sýrialandi fer at brúka eiturvápn í krígnum, men segði, at USA fer uttan iva at at gera nakað við tað, sum hon málbar seg.

Í síðstu viku bað turkiska stjórnin NATO um loftverjurakettir, og almennar turkiskar keldur siga fyri bretska blaðnum The Guardian, at tyrkar bera ótta fyri, at sýriskar rakettir við eiturvápnum kunnu koma inn um markið.