Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti fleiri sløgum av vistfrøðiligum Thousand Island dressingi og vistfrøðiligari remoulátu. Orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv vandamikil evni í vørunum.
Vørurnar, sum ávarað verður ímóti, eru
Svansø Økologisk Thousand island dressing
Nettovekt: 270 g
Best fyri: 05.02.2022
ØGO Økologisk Thousand island dressing
Nettovekt: 240 g
Best fyri: 05.02.2022
365 Økologisk Thousand island dressing
Nettovekt: 400 g
Best fyri: 04.06.2021, 27.08.2021, 05.11.2021
IRMA Økologisk Thousand island dressing
Nettovekt: 400 g
Best fyri: 16.07.2022
Anglamark Økologisk Thousand island dressing
Nettovekt: 270 g
Best fyri: 05.02.2022
ØGO Økologisk Remoulade
Nettovekt: 260 g
Best fyri: 16.07.2021, 27.08.2021, 29.10.2021
REMA1000 Økologisk Remoulade
Nettovekt: 270 g
Best fyri: 04.09.2021
Hetta eru alt vørur, sum hava verið at fáa í handlum í Føroyum, men nú verða tær tiknar av hillunum aftur, tí tað vísir seg, at tað er ov nógv av vandamikla evninum, ethylenoksid, í teimum. Tað er eitt evni, sum verður brúkt at drepa bakteriur í ymsum vørum við.
Samstundis vísa kanningar, at tað kann ikki útihýsast, at tað kann vera heilsuskaðiligt at fáa ethylenoksid í seg. Eitt nú er vandi fyri, at tað kann elva til krabbamein.
Tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á tey, sum liggja inni við hesum vørum, um at koyra tær í skrell, ella at fara við teimum aftur á handilin, haðani tær eru keyptar.