Ávara um kostískoyti tí vandi er fyri salmonellu

Tað er selt bæði í handlum og á apotekunum í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av kostískoyti, sum hevur verið at fáa, bæði í handlum og apotekum í Føroyum. Talan er um Husk, Psyllium hylki frá Orkla Care A/S. Heilt ítøkiliga er talan um Husk Psyllium mavebalance Basic. Talan er um íløt við 225 hylkjum, og sum eru best fyri 30.09. 2023 og batch nummari er 505433

Talan er eisini um Husk, naturlægemiddel, Psylliu-fræskaller.  Í hesum føri er talan um fleiri ymsar sendingar, sí talvuna niðanfyri.

##med2##

Orsøkin til ávaringina er, at illgruni er um, at salmonella er í onkrum av teimum. Sjúkuteknini av salmonellu eru leyst lív, kvalmi, magapína, spýggja og fepur. Sjúkuteknini vísa seg oftast ein, ella tveir dagar eftir, at fólk eru smittað, og oftast lagar tað seg sjálvt eftir nøkrum døgum. Men halda sjúkuteknini fram, er frægast at fara til lækna.