Varafólk á tingi møttu ringast upp

Fyrrverandi løgtingsformaðurin er skrivaður fyri 100 prosent fráveru á tingi. Hann møtti als ikki upp á teimum trimum fundunum, har hann skuldi møta sum varamaður fyri Høgna Hoydal.

Nú fyrri partur av tingárinum 2019 er endað vísir gerðabókin hjá Løgtinginum, at Páll á Reynatúgvu og Tordur Niclasen hava størstu fráveruna. Hjá Páll á Reynatúgvu er fráveran 100 prosent. Uppgerðin er gjørd fyri tingfundir í hesari tingsetuni, men aftan á løgtingsvalið 31. august.

Á trimum tingfundum síðani valið hevur Páll á Reynatúgvu havt sæti á tingi. Tað var í tíðarskeiðnum frá 10. oktober til 16. oktober. Men tað margháttliga er, at Páll á Reynatúgvu als ikki møtti á tingi. Tí er fráveran hjá fyrrverandi løgtingsformanninum, sum nú er fyrsti eykamaður Tjóðveldis á tingi, sambært gerðabók Løgtingsins 100 prosent.

##med2##

Næststørstu fráveruna hevur Tordur J. Niclasen, sum er fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum. Hann hevði sæti á tingi frá 17. september til 8. oktober, meðan Bill Justinussen var á ST aðalfundi í New York. Hesa tíðina vóru 10 tingfundir, men Tordur J. Niclasen er bara skrásettur fyri at hava møtt á øðrum hvørjum fundi. Soleiðis er frávera hansara 50 prosent.

Millum tingfólk annars hevur Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi størstu fráveruna, tí hon hevur verið burtur av fimm tingfundum – og hon hevur ongantíð havt farloyvi.

Næstir henni eru Christian Andreasen og Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum hava verið burtur frá fýra tingfundum. Síðani koma Jaspur Langgaard, Henrik Old, Frimodt Rasmussen og Edva Jaocbsen, sum hava verið burtur frá trimum tingfundum.

Niðanfyri er fráveran hjá tingfólki sambært gerðabók Løgtingsins. Fráveran er roknað út frá talinum av tingfundum, har tingfólkini áttu at møtt. Av tí at summi tingfólk hava verið í farloyvi, er talið á fundum ymskt. Tilsamans 37 fundir hava verið síðani løgtingsvalið 31. august.

 

 

 

burtur

%

fundir

1

Páll á Reynatúgvu

3

100,0

3

2

Tordur Niclasen

5

50,0

10

3

Bjørt Samuelsen

5

13,5

37

4

Christian Andreasen

4

10,8

37

5

Uni Rasmussen

4

10,8

37

6

Jaspur Langgaard

3

9,4

32

7

Henrik Old

3

8,3

36

8

Frimodt Rasmussen

3

8,1

37

9

Edva Jacobsen

3

8,1

37

10

Kristin Michelsen

2

6,3

32

11

Magnus Rasmussen

2

5,4

37

12

Hervør Pálsdóttir

2

5,4

37

13

Bjarni Hammer

2

5,4

37

14

Kristina Háfoss

2

5,4

37

15

Bill Justinussen

2

5,4

37

16

Beinir Johannesen

1

3,7

27

17

Rósa Samuelsen

1

3,6

28

18

Aksel V. Johannesen

1

3,1

32

19

Johan Dahl

1

2,9

35