Varafútin Finn Ougaard staðfestir í dag, at §266b ikki kann verja tey við breki, eins og hon heldur ikki verjur tey, ið eru vinstrahandaði. -Lógin kann ikki tulkast, og tey við breki eru sostatt ikki vard av §266b, sigur Finn Ougaard, varafúti í dag.
Hóast fleiri løgfrøðingar vilja verða við, at §266b eigur at verða tulkað soleiðis, at eisini tey brekaðu verða vard av lógini, so er varafútin als ikki í iva um, at tað ger hon ikki.
-§266b kann ikki verja tey við breki, og eg dugi ikki at siga, um tað er brot á altjóða mannarættindi, sigur Finn Ougaard.
Torkil Rasmussen, sum er kandidatlesandi til løgfrøðing á universitetinum í Keypmannahavn, vísir á, at eftir hansara sannføring skal §266b verja tey við breki.
-Føroyar hava ein trupulleika, um §266b ikki fevnir um tey við breki, sigur hann.
Torkil Rasmussen, sum eisni virkar sum hjálparlærari á univeritetinum innan altjóða rætt rætt og mannarættindi vísir á, at Altjóða Mannarættindadómstólurin hevur staðfest, at eisini aðrir samfelagsbólkar skulu verjast av hesari lóg.
Hans Davidsen skrivar millum annað á Facebook, at ?Eg eri skelkaður inná bein av at kunna staðfesta, at brekaði menniskju eru vælkomin í okkara kristnu samkomur?.
-Tað, sum stendur á hasum bólkinum er ógvuliga grovt, sigur Torkil Rasmussen, sum staðfestir, at hetta avgjørt er at diskriminera tey við breki.
So er spurningurin, hvørt myndugleikarnir í Føroyum fáa ein trupulleika við altjóða sáttmálum, um Hans Davidsen ikki verður dømdur eftir § 266 b.