Varaforsetin stillar upp

Petur Elias Petersen, varaforseti í ÍSF, boðar í dag frá, at hann stillar upp til forsetavalið, nú tað er greitt, at Sølvi Reinert Hansen ikki stillar uppaftur

Ítróttur

Petur Elias, sum er 44 ára gamal, hevur seinastu 15 árini verið í starvsnevndini hjá ÍSF. Av hesum hevur hann verið varaforseti í fimm ár.

- Eg havi sitið í nevndararbeiði innan ítróttin, síðani eg var 14 ára gamal. Seinnstu 15 árini hevur hetta verið sum stjórnarlimur í ÍSF, og tí haldi eg tað vera náttúrligt, at eg bjóði meg fram, nú sitandi forsetin hevur gjørt av, at hann ikki stillar uppaftur.
- Her og nú haldi eg ikki, at eg fari at tosa um nøkur hjartamál, men seinastu tíðina er skjøtul settur á fleiri spennandi ting í ÍSF, og mín ætlan er avgjørt, at vit halda fram í hesum arbeiði, sigur Petur Elias við Portalin.