Varandi loysnir uppá barnaansing og eldra øki

Havi fylgt eitt sindur við í tí skriving, ið hevur verið serliga um barnaansing, og er hettar nakað tað sama, ið ført var fram til seinasta kommunuval.

Hvør ið ikki hevur verið sína uppgávu vaksin kann vera líka mikið, tí at vallyftini hildu í hvussu er ikki.

Tann sokallað »discount« barnaansingin, kann sjálvandi loysa ein trupulleika her og nú fyri nøkur børn, men er ikki nøkur varandi loysn.

Tað kann ongantíð verða rætt, at foreldur skulu noyðast at fara til hús at ansa sínum egnu børnum og samstundis noyðast at taka onnur børn í dagpleygu, um hettar ikki er tað tey ynskja.

Ein og hvør borgari má hava eitt val, eisini barnafamiljurnar.

Nakað tað sama møta vit tá tað kemur til eldra øki.

Í Havn, har 1/3 av Føroya fólki býr, er t.d. bert eitt eldrasambýli.

Vísast kann á, at næstan hvør lítil kommuna í landinum hevur eitt eldra sambýli. Nú kann onkur møguliga siga, at vit hava jú Lágargarð, Ellisheimið, Umlættingarheimið o.s.fr.,m en vit hava eisini sum áður nevnt, størsta innbyggjaratal í Føroyum.

Tá tað kemur til tey eldru, so er tað jú tey, ið hava lagt lunnarnar undir okkara samfelag og tann vælstand vit í dag njóta gott av.

Viðv. børnunum, so eru tey okkara framtíð, og eigur teirra tørvur at verða settur í hásæti, ikki bert við tómum vallyftum, men í verki.

Sum valevni fyri Sjálvstýrisflokkin til býráðsvalið tann 21. november, vil eg gera mítt til, at tað kunnu finnast varandi loysnir á hesum økjum.


Ása Olsen

valevni Sjálvstýrisfloksins