Varandi orkukeldur og okkara lutur

Oddagrein

NORSKA ÚTVARPIÐ visti mánamorgun at siga frá, tvey av heimsins størstu oljufeløgum, Shell og BP nú av álvara vilja fara undir kanningar av varandi orkukeldum so sum sól- og vindorku. Tað hevur leingi verið funnist harðliga at stóru oljufeløgunum, tí tey gera ikki nokk fyri at brúka burtur av sínum yvirskotum at kanna møguleikarnar fyri øðrum orkukeldum enn teimum fossilu tvs. tí orku, sum í dag fæst burtur úr olju, gassi og koli. Frá umhvørvissíðu hevur verið ávarað móti tí skaða, sum troytanin av hesum ráevnum, hevur og kann fáa á náttúruni og dagliga umhvørvi okkara.


OLJUFELØGINI hava víst á, at tey gera sítt ítarsta fyri at ganga umhvørviskrøvunum á møti, so minni og minni av vandamiklum evnum fara út í atmosferuna í sambandi við framleiðslu av bæði olju og gassi. Tey vísa so eisini á tann stóra eftirspurningin, sum er eftir vørum framleiddar út hesum ráevnum. Spurningurin er, um stóru og ríku feløgini gera nokk. At tvey teirra, Shell og BP nú gera greitt, at tey vilja seta fleiri pengar av til gransking av øðrum orkukeldum, kundi bent á, at vinnan nú tekur ávaringarnar frá umhvørvisfólki o.ø. í størri álvara. Herfyri prentaðu vit burtur úr eini stórari frágreiðing, sum Greenpeace hevur gjørt um hesar spurningar og við serligum atliti til leitan og framleiðslu á Atlantsmótinum.


NÚ vit føroyingar so smátt síggja fyri okkum ein útvikling á okkara øki, sum kann hava við sær stóra framleiðslu av olju og gassi einaferð í framtíðini er tað spurningurin, hvat hesi nýggjastu signalini frá oljufeløgum hava at siga okkum og um tey kunnu setast í samband við ætlanir okkara at leita eftir og útvinna olju úr okkara undirgrund. Sjálvandi eiga vit at viðgera hesar spurningar í størsta álvara, ikki bert tí, at henda nýggja vinnan stendur og bankar á dyrnar hjá okkum. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum og eiga sum so at vera virkin í øllum royndum at steðga dálking ol. Tað verður vanliga sagt um okkum, at útviklingurin aðrastaðni hendir eisini hjá okkum men bara nógv nógv ár seinni. Spurningurin vit vilja seta í dag er hesin: hvat við at broyta hetta mynstur, soleiðis at vit - ístaðin fyri at vera eftirbátur og endurtaka tað aðrir gera so leingi aftaná - verða teir, sum leggja fyri og seta út í kortið. Nú hol skal setast á okkara undirgrund, so skuldi tað eisini verið ein einastandandi møguleiki fyri at hugsa nýtt og harvið verið við at lyft, har aðrir hava svikið ella ikki hava verið nóg vaknir.


MØGULIGA var tað tískil eitt gott hugskot hjá okkara politikarum at tikið til viðgerðar í sambandi við bæði kolventislóggávu og lisenstreytir, nettup spurningin í hvønn mun vit sum ein komandi olju- og gasstjóð kunnu vera við til at skunda undir royndirnar at troyta nýggjar og varandi orkukeldur. Her kundu vit kanska verið frammanfyri aðrar. Og kundi tað verið gjørt t.d. við at sett í treytirnar fyri framleiðslu, at so og so nógv % av vinninginum fóru í grunn til nettup at stuðla undir granskingina av øðrum orkukeldum. Hetta kundi verið gott fyridømi fyri onnur lond eisini. Nettup útlitið til at finna stórar keldur í einum øki við so fáum íbúgvum skuldi kunnað slóðað fyri eini slíkari gongd. Hetta er nakað, sum vit áttu at umrøtt saman við teimum feløgum, sum ynskja at leita eftir olju her.


TALAN er tó ikki um at rætta ávísum ekstremum umhvørvisfelagsskapum lítlafingur, soleiðis at teir kunnu taka alla hondina og harvið steðga einum útviklingi her hjá okkum, sum kann fjøltátta og menna okkara annars viðkvæma búskap. Nei talan er um at taka í álvara spurningin, hvørjar íløgur - vunnar út frá einum ríkum oljutilfeingi - vit eiga at gera í framtíðina hjá ikki bert okkum sjálvum men hjá mannaættini. Tvs. hvat kunnu vit gera - soleiðis at partur av vinninginum frá føroyskari olju - fer til at útvikla aðrar varandi orkukeldur. Harvið verður ikki sagt, at eingin olja skal takast upp her - tvørturímóti skal málið vera at rudda slóð fyri øðrum møguleikum við at troyta oljuna. Tað verða tá pengar frá oljuyviskotinum, sum skulu kanaliserast í aðrar orkukeldur.