Tað snýr seg um eitt harðskapsmál í einum heima gjáranáttina, har tveir persónar vóru farnir til hendurs. Vatkleiðarin á politistøðini greiðir frá, at tað ikki var ósemja í einum parlag, men at ein persónur steinaði eftir einum øðrum við fleiri stórum steinum, har í hvussu so er ein steinur rakti persónin í høvdið, soleiðis at viðkomandi fekk skaða. Ti verður viðkomandi skuldsettur eftir strangaru regluni í revsilógini grein 245.
Persónur, sum varð framsettur í Føroya Rætti kontrameldaði hin persónin, men hann er so ikki varðhaldsfongslaður.
Løgreglan skal nú finna út av, hvat vendir upp og niður í málinum, avhoyra vitni og annað, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tað so ikki er vist, at tann varðhaldsfongslaði skal sita allar fýra vikurnar í varðhaldi.










