Varðhaldsfongslingin longd

Hollendska parið, ið royndi at smugla rúsevnir til Íslands við Norrøna, skulu sita í varðhaldi í tvær vikur aftrat.

Íslendskir myndugleikar hava avgjørt at longja um varðhaldsfongslingina hjá hollendska parinum, ið fyri nøkrum vikum síðani royndu at smugla 80 kilo av rúsevnum til Íslands við Norrøni. Tað skrivar RÚV.


Tað er rætturin í Reykjavík, ið hevur avgjørt at longja um varðhaldsfongslingina, meðan málið verður kannað.


Hollendska parið hevur longu sitið í varðhaldi í tvær vikur, men verjin hjá parinum hevur enn ikki avgjørt, um tey ynskja at kæra seinastu avgerðina hjá rættinum.


Maðurin hevur annars játtað seg sekan í ákæruni, men bæði hann og kona hansara nokta fyri, at hon kendi nakað til rúsevnini.


Parið varð tikið av tollvaldinum, tá tey komu til Seyðisfjarðar týsdagin 8. september. Umborð á húsvogninum fann tollvaldið 80 kilo av evninum MDMA, ið verður brúkt til Ecstasy tablettir.


Íslendskir myndugleikar hava áður upplýst, at íslendska løgreglan og tollvaldið samstarvaðu við tollvaldið í Føroyum um handtøkurnar.