Tað er ikki brot á lógina, tá ið Krabbameinsfelagið ávarar ímóti at sóla sær í solarium.
Tað staðfestir Brúkaraumboðið. Annars hevur onkur klagað Krabbameinsfelagið fyri eitt lýsingaátak í Kringvarpinum, har ávarað varð ímóti at sóla sær í solarium.
Kærarin førir fram, at átakið gevur ta fatan, at tað er deyðiligt at sóla sær í solarium og at átakið var óetiskt, villleiðandi og niðurgerðandi.
Samstundis verður ført fram, at tað er ikki vísindaliga prógvað, at tað er vandamikið a sóla sær.
Krabbameinsfelagið hevur ført fram, at endamálið hjá felagnum er at upplýsa við tí fyri eyga at fyribyrgja krabbamein.
Samstundis sigur felagið, at átakið, sum var í samráð við Fólkaheilsuráðið, varð ikki við vinningi fyri eyga og at ætlanin einans var at upplýsa um sambandi ímillum at sóla sær og vandan fyri at fáa krabbmein.
Brúkaraumboðið staðfestir, at lógin fevnir fyrst og fremst fevnir um vinnuligt virksemi.
Lógin er tó eisini galdandi fyri frítíðarfeløg, tá ið tey selja vørur og tænastur fyri at fáa inntøkur til felagið.
Í hesum ítøkiliga førinum hevur Krabbameinsfelagið sett eitt átak í verk við tí endamáli at upplýsa um vandan fyri at fáa krabbamein tá ið ein sólar sær.
- Tað er tí ikki talan um, at felagið selur vørur og tænastur, og heldur ikki er átakið sett í verk fyri at útvega felagnum inntøkur.
- Í hesum førum er Krabbameinsfelagið sostatt ikki fevnt av marknaðarføringarlógini, og tí verður onki gjørt við málið, sigur Brúkaraumboðið.