Ávaringarnar ímóti corona: Hetta er rættiliga ábyrgdarleyst

Fleiri túsund føroyingar fáa einki við avi ávaringunum ímóti corona

Fleiri túsund føroyingar fáa einki við av teimum ávaringunum, sum verða sendir í sjónvarpi um corona.

Tað eru allir føroyingarnir, sum eru deyvir, ella sum hoyra illa.

Tað sigur nevndin í felagnum, Hoyr, sum er áhugafelag hjá fólki, sum hoyra illa, og sum eru deyv. 

– Nú Coronavirussið herjar kring allan heimin, undrar tað okkum, at innsløg aftaná innsløg verða send um corona, uttan at nakað av hesum er tekstað.

– Hetta meta vit rættiliga ábyrgdarleyst, og vilja vit inniliga heita á Kringvarp Føroya, um at senda øll innsløg um Corona virussið beinleiðis við teksti, sigur felagið.

– Vit kalla okkum fyri eitt framkomið land, men tað sum nú hendir, har fleiri túsund fólk eru avskorðin frá so álvarsligum tíðindaflutningi, eigur ikki at koma fyri, siga tey.

Í morgin ári bjóðar løgmaður til tíðindafund um sama evni, og vóna vit, at sendingin er fyri allar føroyingar, og ikki einans fyri tey, ið hava fullan førleika at hoyra tað, ið verður sagt.

– Vit í Hoyr eru ein partur av føroyska samfelagnum, og rinda kringvarpsgjald, akkuat sum øll onnur, og tí meta vit okkum, at hava sama rætt til tíðindaflutning sum øll onnur, og samstundir sum onnur, siga tey.