Tórshavnar Kamarkór, sum varð stovnað í 1985, hevur við jøvnum millumbilum verið á ymsum konsertferðum uttanlands.
Í 1993 var kórið á konsertferð í m.a. Århus í Danmark og Landskrona og Lund í Svøríki. Kórið hevði leingi havt ætlanir um at syngja í víðagitnu dómkirkjuni í Lund og gjørdist henda ætlan sostatt veruleiki leygarmorgun tann 22. mai. Framførslan var sera væleydnað og byrjaði hon við at gingið varð inn í prosessión, meðan kórið sang Kongosámlmin Lover nu Herren.
Ætlanin við hesari konsertferð var eisini at gera eina konsertupptøku, so Tórshavnar Kamarkór seinni kundi geva tilfarið út á fløgu. Í Landskrona var kórið so heppið at fáa professionell upptøkufólk at standa fyri upptøkuni, og var hetta ikki komið í lag uttan við góðum stuðuli frá Jan-Erik Rosenkvist frá Fritid Landskrona.
Uppímillum varð tosað um, nær Tórshavnar Kamarkór skuldi geva fløguna út. Í summar varð so loksins avgjørt at fara undir hetta tiltak og kemur fløgan við heitinum »Várlongsil« út í komandi viku á forlagnum Tutl.
Á fløguni eru m.a. Kingosálmurin Lover nu Herren, sum Niels Midjord so meistarliga hevur útsett fyri blandað kór ? Orðini og Regn hjá Róa Patursson og Bjarna Restorff ? Várlongsil og Nú strýkur vár, sum Knút Olsen hevur sett yndislig løg til ? Som den gyldne sol, við arr. av Astri Luihn og Hera Eysturlíð, Kvøldvísa um Summarmála hjá Karsten Hoydal, sum Sunleif Rasmussen hevur gjørt lag til ? Sum hjørtur hjá Victor Danielsen og Ólavi Jøkladal, og fleiri.
Nevnast kann, at nevndin og ikki minst kórlimirnir í Tórshavnar Kamarkóri gjørdu eitt megnararbeiði, so hesin túrur ? og ikki minst ? upptøkan, gjørdust veruleiki. Tað er eisini púra greitt, at uttan hollan fíggjarligan stuðul frá Nomus, Dansk Færøsk Kulturfond, Mentunargrunni Føroya Løgtings, Føroya landsstýri og Føroya Sparikassa hevði hesin túrur neyvan verið gjøgnuførdur.
Í sambandi við fløguútgávuna takkar Tórshavnar Kamarkór Kristiani Blak fyri hansara »legendarisku optimismu« og stóra hjálpse